Fyrr í dag var lutakast um bólkabýtið í UEFA Nations League. Føroyar eru í niðastu deildini, deild D, og komu í bólkin sum hevur fýra lið. Mótstøðuliðini eru ikki ókend.
Les meira um lutakastið her:
Til Andorra, Malta og Lettland
- Fara sjálvandi at royna at vinna bólkin
Yvirlit yvir allar bólkarnar
Síðani lutakastið arbeitt verið við at lagt dystarskránna, og nú er hon til reiðar. Eins og tá Nations League var í 2018, er fyrsti dystur á heimavølli móti Malta, og tann seinasti er á Malta.
René Shaki Joensen, føroyski málskjúttin hendan dagin, í Nations League-dysti áTa' Qali tjóðarleikvøllinum á Malta 20. november 2018 (Mynd: Sverri Egholm)
Føroyar spæla sum vant ikki á heimavølli í november, so í oktober eru tveir heimadystir á skránni. Dystarskráin burdi givið møguleika fyri, at Føroyar verða í einari góðari støðu í bólkinum, tá farið verður til Riga og síðani Malta í november.
Nations League-dystirnir hjá Føroyum í heyst:
03.09: Føroyar - Malta
06.09: Andorra - Føroyar
09.10: Føroyar - Lettland
12.10: Føroyar - Andorra
14.11: Lettland - Føroyar
17.11: Malta - Føroyar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald