Tvær av teimum týdningarmestu á føroyska kvinnulandsliðnum, sum í næstu viku skulu spæla avgerandi dystir um pláss í EM-endaspælinum, eru við sínum liðum í meistaraspælinum í fremstu donsku deildini.
Í gjárkvøldið var fyrsta umfar av seks á skránni, og sum væntað taptu bæði Viborg og Keypmannahavn. Liðini hjá Janu Mittún og Pernille Brandenborg skulu royna at bjóða Ikast og Odense av í stríðnum um hálvfinalupláss, men hóast nakrar góðar løtur í gjár taptu bæði Viborg og København við fimm málum á heimavølli.
Pernille Brandenborg hevði fimm skotroyndir og skoraði fimm mál. Harvið var talan um góðan álopsdyst hjá føroyska strikuspælaranum. Pernille og hinar høvdu tað tó torført í vejruni, og málverjarnir tóku so at siga einki: Odense skoraði 42 ferðir í høvuðsstaðnum. Tí hjálpti tað lítið, at København skoraði 37 mál.
Sí eisini: Pernille hevur nú spælt flest A-landsdystir
Sambært viðmerkjaranum Lars Rasmussen misti heimaliðið tamarhaldið á dystinum og í roynd og veru møguleikanum fyri endaspælsplássi: Odense og Ikast høvdu stig við sær víðari.
Støðan eftir 1. umfar - Ikast og Odense høvdu ávíkavist tvey og eitt stig víðari vegna endastøðuna í grundspælinum. Seks umfør eru í bólkinum, og tvey tey ovastu liðini vinna seg í DM-hálvfinalurnar (Mynd: hbold.dk)
Viborg royndi at hála seg upp undir liðuna á Ikast, men álopsspælið var alt ov hakkut fyri steðgin. Tí var tað at undrast á, at Jana Mittún ikki fekk fleiri minuttir. 20-ára gamla hoyvíkskvinnan var í hopla í seinasta dystinum í grundspælinum men fekk bert eini trý álop í gjár.
Viborg var betri við móti móti endanum av dystinum, men tað manglaði eitt sindur í, í gjárkvøldið.
Sunnudagin, 1. Páskadagi, spælir Viborg í Odense, og København spælir í Ikast.
Jana Mittún í dyst móti Danmark - eftir páskir eru Svøríki og Ísland á skránni (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald