Mánadagin 17. november savnast føroyski HM-hópurin í Føroyum, har fyrireikingar verða í eina viku, áðrenn kósin verður sett til bólkaspælið í Týsklandi.
Fýra av lyklapersónunum í føroyska ferðalagnum hava í kvøld uppgávur í 9. umfari í Kvindeligaen. Tað eru venjari móti lyklaspælara í einum dysti, og lyklaspælari móti lyklaspælara í einum øðrum dysti.
Sí støðuna í fremstu donsku deildini her
Klokkan 18 føroyska tíð taka Maria Pálsdóttir Nólsoy og HH Elite móti Súnu Krossteig Hansen og Skanderborg í Horsens. Skanderborg er í løtuni aftast, men bert eitt stig er upp til júst HH Elite.
Súna K. Hansen hevur, eitt drúgt skaðatíðarskeið, spælt uttan trupulleikar í seinastuni. Maria Pálsdóttir Nólsoy beklaði í landsdystinum 18. oktober, men kom skjótt fyri seg, og hevur spælt tveir teir seinastu dystirnar fyri liðið úr Horsens - og spælt væl.
Sí eisini: Maria Pálsdóttir Nólsoy evropeiskur toppskjútti hjá Horsens
![]()
Súna Krossteig Hansen hevur fingið spælt meira í seinastuni. Fóturin hevur annars darvað nógv seinasta stóra árið (Mynd: Sverri Egholm)
Klokkan 19 (klokkan 20 lokala) vitjar Ikast í Viborg. Tað er Claus Mogensen, sum stendur á odda fyri Ikast-liðnum til grannauppgerðina. Høvuðsvenjarin hjá Føroyum var hjálparvenjari hjá liðnum til og við síðsta hóskvøld, tá høvuðsvenjarin fekk sekkin eftir stórtap fyri Esbjerg.
Sí eisini: Drama í Danmark: Føroyski landsliðsvenjarin fyribils tikið yvir
Champions League-dysturin hjá Claus Mogensen og Ikast sunnudagin gekst væl. So er spurningurin, um fylgt verður upp í Viborrg í kvøld. Bæði liðini hava 10 stig fyri átta dystir. Jana Mittún var kosin besti spælari hjá Viborg fyri oktober og kemur eisini inn til hendan dystin við góðari evropeiskari uppliving.
Les eisini: Jana Mittún fimm mál í góðum evropeiskum úrsliti
Talan er um sjónvarpsdyst, ið sæst á TV2, umframt TV2 Play, klokkan 19.
Claus Mogensen skal skjótt royna at fáa tað besta burturúr Janu Mittún til HM-endaspælið - nú hevur hann fyrireika seg at tálma henni til grannauppgerð í Danmark (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald