Kappróður

Danskur viðmerkjari: Føroyingar eru harðførir

Sarah Lauritzen, kappróðrarserfrøðingur hjá TV2, heldur nógv av Sverra Sandberg Nielsen, føroyskum rógvarum og hugburði teirra.

Sverri Sandberg Nielsen eftir finaluróðurin til OL í Tokyo í 2021. Eftir fjórðaplássið og stuttan steðg hevur Sverri stríðt seg aftur í støðu, har danir vóna, at hann kann gera ein heiðursmerkjavørr í París. Fyrsta fetið varð tikið fyrrapartin, tá fjórðingsfinaluplássið varð tryggjað (Mynd: Rógvi Langgaard)

Sverri Sandberg Nielsen eftir finaluróðurin til OL í Tokyo í 2021. Eftir fjórðaplássið og stuttan steðg hevur Sverri stríðt seg aftur í støðu, har danir vóna, at hann kann gera ein heiðursmerkjavørr í París. Fyrsta fetið varð tikið fyrrapartin, tá fjórðingsfinaluplássið varð tryggjað (Mynd: Rógvi Langgaard)

2024-07-27 15:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrrapartin róði Sverri Sandberg Nielsen fyri fyrstu ferð undir hesari OL-stevnuni. Sterki føroyingurin gjørdi tað, sum væntað var av honum: Hann róði seg trygt í fjórðingsfinalurnar.

Hóast ryggtrupulleikar seinastu tíðina fekk 30-ára gamli miðvingurin við Merkiðslitunum á singlescullaranum skapt góða frástøðu til hinar fýra í riðlinum.

Í Danmark er Sverri ein av medaljuvónunum. Frásøgumaðurin og viðmerkjarin á TV2 tosaðu eisini nógv um roynda rógvaran eftir róðurin - hann var tann einasti umboðandi Dannebrog á vatninum í Vaires-Sur-Marne fyrrapartin.

Sarah Lauritzen hevur sjálv vunnið HM-heiðursmerki og róð í OL. Hon bar fram, at føroyingar, ið eru vanir við tyngri bátar og truplari umstøður viðvíkjandi serliga veðri, eru nakað serligt.

- Føroyingar eru harðførir. Eingin ivi um tað. Man sær eisini í dag, at tað skulu meira enn ryggtrupulleikar til at gera nakað serligt við avrikið hjá Sverra.

Sí eisini: Sverri: - Ikki tann stuttligasta kappingin hjá mær

Laurtizen segði eisini, at Sverri sjálvandi er ein fyrimynd fyri aðrar føroyskar rógvarar - helst eisini 23-ára gomlu Sáru Mariu Johansen úr Froðba, sum hevur tikið risa fet seinastu árini, og nú eisini er við til OL.

Katrin Olsen hevur áður umboðað Danmark til OL í duppult-scullara, og hetta var viðmerkjarin hjá TV2 eisini inni á. Sarah Lauritzen hevur roynt at vant saman við júst Katrini og øðrum føroyingum í landsliðshøpi, og tykiskt tað sum, at føroyingar eru gjørdir úr nøkrum serstøkum, í mun til hugburð og styrki. - Hetta er til at fáa íblástur av.

Sverri Sandberg Nielsen rør OL-fjórðingsfinalu týsdagin 30. juli. Sára Maria Johansen og hinar í "kvinnuáttaranum" skulu á vatnið til innleðandi kapping ólavsøkudag, 29. juli.

OL - Singlesculler hjá monnum
Innleiðandi, leygardagin 27.07. Riðil 6
1. Sverri Nielsen (Danmark), 6.53.50 - fjórðbest samanlagt
2. Bulgaria, 06.56.63
3. Ungarn 06.58.76
------------------
4. Hong Kong 07.00.29
5. Paraguay 07.14.14

Sí eisini: Sára hitti kongshjúnuni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder