- Eitt sterkt avrik frá Sverra har hann vinnur og fer víðari í stórum stíli
Hetta er dómurin hjá donsku miðlum, eftir miðvingurin í morgun róði seg í OL-fjórðingsfinaluna við at vinna sín riðil í innleiðandi kappingini hjá teimum í singlescullara. Hann fær harvið góða byrjanarstøðu til róðurin týsdagin. "Watt-monstrið úr Føroyum" hevði gjørt sítt.
Sí eisini: Sverri róði seg trygt í Ol-fjóðdingsfinaluna
Sverri Sandberg Nielsen hevði fjórðbestu tíðina av øllum teimum 33 singlescullara-rógvarunum. Føroyingurin var tó ikki sjálvur beinleiðis ovurfegin. Vegna trupulleikarnar í rygginum seinastu tíðina, hevur hann ikki fingið "vant ígjøgnum", og tí var óvissa um, hvussu tað fór at vera at kappast.
- Tað var ikki tann stuttligasti hátturin at kappast uppá í dag. Tað var ein ávís...ikki ótryggleiki, men óvissa tí hatta er fyrstu ferð í eina tíð, at eg veruliga havi róð hart.
Soleiðis segði miðvingurin við TV2 Sport, eftir at hann hevði róð av. 30-ára gamli føroyingurin var tó sum heild væl nøgdir við byrjanina uppá sítt annað OL.
- Tað gekk tó ógvuliga væl. Haldi at eg byrjaði væl. Eri eisini væl nøgdur við hvussu eg "setti meg á róðurin".
Sverri staðfestir, at hann ikki kendi nakað serligt til pínu í rygginum, tó at tað ikki var heilt perfekt.
Hetta eru góð tekin til restina av olympisku leikunum. Føroyingurin skal rógva fjórðingsfinalu týsdagin 30. juli. Tað er ikki greitt enn, hvat klokkan róðurin verður.
Rættað og dagført: 12.09.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald