Hondbóltur

Donsk bronsa í Herning

Danmark vann bronsudystin móti Svøríki í HM-endaspælinum.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-12-17 17:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Við eittmálssigri seinnapartin tryggjaði Danmark sær bronsuheiðursmerki í HM-endaspælinum.

Danmark vann 28-27 á Svøríki, og tað bleiv ein tættur dystur. Serliga var tað í seinna hálvleiki, at tað gekk báðar vegir. Frá at Danmark var frammanfyri við fleiri málum í fyrra hálvleiki, tóku svensku kvinnurnar seg fram í seinna hálvleiki, og komu eisini fram um.

Í síðsta enda var tað kortini danir sum høvdu munin.

Bronsufinalan varð leikt í Boxen í Herning, og tað var ein øgiligur lætti fyri danir at heiðursmerkið kom í hús. Vónbrotið var stórt fríggjadagin tá Noreg vann í longdari leiktíð í hálvfinaluni.

Neyðugt var ikki við longdari leiktíð í dag. Í síðsta minutti avgjørdi Mie Højlund og setti bóltin í netið til 28-27 sum eisini gjørdist úrslitið.

Klokkan 18 verður HM-finalan millum Noreg og Frakland. Dysturin sæst á TV2.

Svøríki - Danmark 27-28 (15-18)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder