Í vetur hevur hann vant við EB/Streymi og spælt við í øllum venjingardystunum, har hann millum annað hevur lagt upp til eitt mál, og nú er ein sáttmáli komin burturúr. EB/Streymur boðaði í gjárkvøldið frá, at felagið hevur gjørt avtalu við Rana Hansen, sum er galdandi fyri kappingarárið 2023.
Rani er 22 ára gamal, kemur úr Norðragøtu og hevur spælt við Víkingi øll síni fótbóltsár. Hann hevur sambært FaroeSoccer skotið 32 mál í 82 dystum í 1. deild og 26 mál í 24 dystum í U21 kappingini.
EB/Streymur skrivar eisini, at Rani í fjør gjørdist toppskjútti fyri Víking, sum endaði á einum øðrum plássi í 1.deild. Hann skorað tólv mál í næstbestu deildini í 2022, og fekk áleyparin eisini sínar fyrstu minuttir í Betrideildini.
Í álopspartinum hevur EB/Streymur mist Jóhann Hansson Joensen, ið er farin til 07 Vestur. Hann spældi allar 27 dystirnar í Betrideildini í fjør - dainin Jay Andersen, sum spældi ellivu dystir og skoraði trý mál í seinnu hálvu, er eisini farin úr felagnum.
Bergur Poulsen, ið eisini hevur spælt fyri næstbesta liðið hjá Víking, skrivaði í november undir við EB/Streym. Kviki leirvíkingurin er fyrst og fremst bakkur men kann eisini spæla á vonginum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald