Fótbóltur

Ein heldur øðrvísi hópur hesa ferð

Fleiri eru aftur eftir skaðar, og fyritreytirnar eru eisini øðrvísi. Uppgávan hjá føroyska A-landsliðnum er størri á ymiskan hátt: Tveir heimadystir móti Kekkia og Albania eru á skránni seinni í juni.

Håkan Ericson setti í morgun orð á støðuna í hópinum undan næstu landsdystunum. Sjey broytingar eru í úttøkuni (Mynd: Sverri Egholm)

Håkan Ericson setti í morgun orð á støðuna í hópinum undan næstu landsdystunum. Sjey broytingar eru í úttøkuni (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-05 16:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er 17. juni og 20. juni, at ávíkavist Kekkia og Albania vitja Tórsvølli í undankappingina til EM 2024. Talan verður um annan og triðja dystin hjá føroyska A-landsliðnum í kappingini. Tann fyrsti var í Moldova 25. mars. Mads Boe Mikkelsen legði Føroyar á odda stutt fyri steðgin við góðum máli, men eftir langt trýst javnaði heimaliðið við brotssparki seint í dystinum, og tað endaði 1-1; eins og tá liðini hittust har í 2021.

Tríggjar dagar eftir dystin í Moldova spældi føroyska manslandsliðið venjingardyst í Norðurmakedónia (1-0). Fimm lið eru í undankappingarbólkinum hjá Føroyum, og okkara høvdu frí í 2. umfari. 

[object Object]
Ein dystur, eitt stig og eitt mál higartil. Tað stóð KÍ-miðvallarin Mads Boe Mikkelsen fyri í Moldova. Hann hevur verið eitt sindur darvaður av skaða í ár men var aftur á vølli leygarkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Støðan var heilt øðrvísi í mars mánaða. Tá Håkan Ericson byrjaði tíðindafundin, helt sviin skemtiliga fyri, at hetta var úttøkan til íshokkilandsliðið hjá Føroyum. Kavi lá uttanfyri tá, og soleiðis hevði verið í tvær vikur. Hetta gjørdi, at 2. og 3. umfar vórðu útsett. Kappingarnar í Noreg og Íslandi vóru ikki byrjaðir, og sum heild eru teir allarflestu greitt meira dystarskarpir nú.

Tá landsliðsvenjarin bjóðaði tíðindafólkum og øðrum vælkomin í FSF-húsinum fyrrapartin - áðrenn hann kunngjørdi tær sjey broytingarnar - varð litið aftur á kavaklædda mars mánaða og fegnast um góðveðrið nú. Håkan Ericson segði, at hann var til Norðoyastevnudystin millum KÍ og AB um vikuskiftið, og tað var fyrstu ferð, síðani hann kom til Føroyar, at hann fór úr einum klædnaplaggi undir dysti ístaðin fyri at lata seg í eitt afturat.

Eins og til seinastu úttøkuna rósti Håkan føroyskum hondbólti. Í mars høvdu føroysku menninir júst vunnið á Rumenia í EM-undankappingardysti á Hálsi, og svenski venjarin tosaði um stóru upplivingina at vera til dystin. Í dag kom hann inn á flotta avrikið at spæla seg til eitt endaspæl og hetta her við at seta sær høg mál.

[object Object]
Håkan Ericson og fysiski venjarin, Magni Mohr, til hondbóltslandsdyst í Høllini á Hálsi í mars (Mynd: Sverri Egholm)

Nakað sum eisini frøddi Håkan Ericson nógv var, at Brandur Hendriksson Olsen 34 tøkur aftur. Skálvíkingurin var ikki við í fjør ella í mars vegna álvarasaman knæskaða (krossband), men er nú komin fyri seg og er byrjaður at spæla í Fredrikstad, vísti landsliðsvenjarin á. Brandur hevur spælt í fýra dystum upp á tríggjar vikur og var á vøllinum í ein tíma í OBOS-deildini í vikuskiftinum. Nú skal hann koma inn í landsliðshópin aftur, og kann hann longu gera mun, segði Håkan.

Brandur og liðfelagin í Fredrikstad, Jóannes Bjartalíð, eru "nýggir" á listanum hesa ferð, og tað eru fimm aðrir spælarar, sum vóru skaðadarvaðir fyri yvir tveimum mánaðum síðani, eisini. Talan er um Sonna Ragnar Nattestad, Andrass Johansen og Hannes Agnarsson úr B36, sum ikki fóru at spæla fast fyrrenn í apríl, og álopskendu Petur Knudsen og Jóan Símun Edmundsson.

Petur kom fyri seg eftir drúgvan skaða tíðliga í vár og hevur síðani spælt átta dystir í Superliguni. Kviki maðurin í Saltangará hevur skorað tvey mál fyri Lyngby og var partur av bjargingini í bestu donsku deildini. Jóan Símun hevur ikki spælt kappingardyst síðani landsdystin móti Turkalandi 25. september í fjør, har hann skoraði. Knæðið hevur darvað nógvum, men sambært landsliðsvenjaranum hevur royndi toftamaðurin vant seinastu sjey vikurnar og spælt onkrar venjingardystir.

Nakrir spælarar, sum vóru við seinast, eru frávaldir av ymiskum orsøkum. Eitt yvirlit sæst niðast, men her er talan um tveir yngri verjuleikarar - sum av skiljandi orsøkum ikki eru við - Noah Mneney, ið á hesum sinni skal hugsavna seg um U21, tveir áleyparar og so Meinhard Egilsson Olsen og Patrik Johannesen. Á tíðindafundinum setti landsliðsvenjarin orð á, hvussu harmiligt tað var, at teir hava slitið krossbandið, og at tað nú verður hugt eftir, hvat sambandið millum føroyskar landsliðsspælarar og korssbandsskaðar kann vera. Báðir byrjaðu inni í Moldova, og serliga Meinhard hevur verið týðandi fyri A-landsliðið seinnu árini.

Sí eisini: 
Brandur, Bjartalíð, Sonni Ragnar og Jóan Símun aftur á landslðnum
Fremsti spælarin í føroysku kappingini fer at sita heima

Nakað av røringi kom í, eftir at tað gjørdist greitt, at toppskjúttin og besti spælarin higartil í Betrideildini, Páll Andrasson Klettskarð, ikki er við. Tað var hann seinast. Millum annað var heitt kjak í sendingini hjá Kringvarpinum "Fótbóltskjak", og støðan verður umrødd á leinkjuni omanfyri. 

Skaðin, hann fekk leygarkvøldið, fær allarhelst ikki at darvað Páll seinni í mánaðinum, og Portalurin hevur fingið váttað, at sama støðan er hjá Adrian Justinussen. Miðvallarin hevur staðið fyri 11 málstigum í Betrideildini higartil, og eitt landsliðspláss hevur helst verið upp á tal kring HB-miðvallaran. Tað verður so ikki hesaferð - Adrian kundi ikki spæla á Svangaskarði í gjár. Magnus Holm Jacobsen og Bjarki Nielsen hava verið nøvn, ið viðmerkjarar hava havt frammi alment, men hetta er hópurin, sum Håkan Ericson og toymi hava valt, og tað er ein spennandi og sterkur ein av slagum - hesir 24 skulu taka avbjóðingina upp á Tórsvølli móti Albania og Kekkia.

Hópurin til dystirnar móti Kekkia (17. juni) og Albania (20. juni)

Málverjar: 
Teitur Matras Gestsson, HB *
Mattias Lamhauge, B36
Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Verjuspælarar
Gilli Rólantsson Sørensen, TB
Hanus Sørensen, HB
Viljormur Davidsen, HB
Ári Mohr Jónsson, HB

Sonni Ragnar Nattestad, B36
Odmar Færø, KÍ
Heini Vatnsdal, KÍ
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (ÍSL)
Rógvi Baldvinsson, Bryne FK

Miðvallarar:
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
René Shaki Joensen, KÍ
Mads Boe Mikkelsen, KI
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad (NOR)
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad (NOR)
Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers (ÍRL)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Andrass Johansen, B36

Áleyparar:
Hannes Agnarsson, B36
Petur Knudsen, Lyngby
Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (ÍSL)
Jóan Símun Edmundsson, S.K. Beveren (BEL)

Nýggir í mun til hópin í mars.


*Varð úttikin men fór ikki avstað vegna barnsburð hjá unnustuni. Bjarti Vitalis Mørk var við ístaðin.


Vóru við seinast men ikki við á hesum sinni: 
Andrias Edmundsson (Kappingin í Spania endaði síðst í apríl - frávaldur)
Daniel Johansen (Samstarvið við Fredericia er endað og hevur síðani bert vant nakað við HB)
Noah Mneney (Við U21 landsliðnum nú tað skal spæla undankappingardyst)
Meinhard Egilsson Olsen (Fekk krossbandsskaða í síðsta mánaða)
Patrik Johannesen (Fekk krossbandsskaða í síðsta mánaða)
Páll Andrasson Klettskarð (Frávaldur)
Pætur Petersen (Er ikki fastur maður fyri tíðina í Íslandi - frávaldur)

Dagført: 17.08

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder