Eins og til hondbóltsfinalurnar seinasta vikuskifti, hava feløgini sum eru umboðaði í steypafinalunum hjá kvinnum og monnum fingið atgongumerki sendandi til síni viðhaldsfólk.
Talan er um SÍ, Drátt, ÍF og Mjølnir. Flogbóltssambandið samskiftir beinleiðis við hesi feløgini um mannagongdir. Hetta verður boðað frá í tíðindaskriv, har tað millum annað eisini stendur, at tíverri er rúm ikki fyri, at viðhaldsfólk hjá hinum feløgunum kunnu koma við. Greitt er ikki, júst hvussu nógv fólk sleppa inn.
- Tað verður eingin leysasøla við dyrnar til steypafinalurnar hjá kvinnunum millum Drátt og SÍ og hjá monnunum millum ÍF og Mjølnir. Fólk við ongum atgongumerki sleppa ikki inn og kunnu ikki keypa atgongumerki við dyrnar.
Finalan hjá kvinnum millum Drátt og SÍ byrjar klokkan 13.30. Finalan hjá monnum millum ÍF og Mjølnir byrjar klokkan 16.00.
Dystirnir kunnu síggjast í Kringvarpinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald