Annað

Eingin hevur nú loftað fleiri bóltum í einum kappingarári enn Micheal Thomas

Nummar 13 hjá New Orleans Saints skrivaði seg í gjárkvøldið inn í søgubøkurnar - metið var 17-ára gamalt.

Micheal Thomas er ikki til at steðga í ár (Mynd: EPA)

Micheal Thomas er ikki til at steðga í ár (Mynd: EPA)

2019-12-23 13:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Týsdagin setti Drew Brees metið fyri flest kastaði touchdowns nakrantíð. Í gjárkvøldið kastaði 40-ára gamli quarterbakkurin hjá New Orleans Saints trý afturat í 38-28 sigrinum á Tennesee Titans. Eitt av teimum var til Micheal Thomas. 26-ára gamli leikarin, ið spælir sum "reeciever", ger sína høvuðsuppgávu til lítar: Hann loftar bóltum oftari og betri enn hini í deildini.

Micheal Thomas er í gongd við sítt fjórða kappingarár í NFL, og er tann sum loftað mest í sínum fyrstu fýra árum í deildini. Hann er nú eisini tann, sum hevur loftað flest bóltum í einum grundspæli. Í gjárkvøldið kom hann framvið Marvin Harrison, sum í 2002 loftaði 143 bóltum frá Peyton Manning yvir 16 dystir. Thomas loftaði 12 bóltum í Tennesee, hann er heili níggju ferðir í ár komin á 10 ella fleri loftaðar bóltar, og er nú á 144. 15 dystir eru leiktir, og harvið er tað yvir 9,5 bóltar í miðal.

[object Object]
Mynd: EPA

Thomas hevur ein dyst eftir at økja um metið. Hann er høgur, rennur ógvuliga væl og rætt og er sera sterkur við frálíkum hondum. Harvið er hann sera torførur at dekka upp, hóast øll vita, at Brees søkir hann nógv.

Saints eru í harðari kapping við fleiri lið, um at fáa heimavallarfyrimun og frí í einum dysti í endaspælinum, ið verður í januar. Nærum øll 12 liðini eru komin uppá pláss, men tað er rekkjufylgjan ikki. Alt verður avgjørt komandi sunnudag. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder