Hondbóltur

Eingin slingur í valsinum hjá Neistanum

Neistakvinnur vunnu við 15 málum og skoraðu heili 39 ferðir móti EB. European Cup-liðið er nú aftur einsamalt oddalið í SMS-deildini.

Tað er eitt gott hugskot at veruliga royna at tálma Bjørk Franksdóttir Joensen. Í kvøld skoraði hon ellivu mál (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað er eitt gott hugskot at veruliga royna at tálma Bjørk Franksdóttir Joensen. Í kvøld skoraði hon ellivu mál (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-09-28 21:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðsta vikuskifti var talan um stórt evropeiskt drama hjá Neistanum, ið vann seg víðari í Litava eftir brotskastskapping. Í kvøld var heimadystur í SMS-deildini móti EB á skránni. Har var eingin slingur í valsinum. Tað endaði 39-24 til liðið hjá Ricardo Oliveira, sum spældi skjótt og væl.

Neistin kom á odda 6-1, og EB, sum fyri kortum vann á H71, kom ongantíð veruliga inn í dystin. Fyrstu 17 minuttirnar var tað ógvuliga tungt hjá útiliðnum at skora, og samstundis var álopið hjá Neistanum effektivt. 

Áðrenn steðgin høvdu tær í bláum skotið 21 mál og vóru á odda við átta málum. Tær hildu á í 2. hálvleiki við sannførandi avrikinum. Móti endanum vóru nógvar útskiftingar gjørdar.

Neistin vann við 15 málum og staðfesti sína støðu sum besta liðið í kappingini higartil. Sum heild hevur talan verið um frálíka byrjan í 2023/2024 hjá neistakvinnum: Tríggir sigrar av trimum møguleikum í landskappingini og víðari luttøku fyri fyrstu ferð í Evropa.

Les eisini: Neistakvinnur skrivaðu søgu

Neistin spælir aftur sunnudagin í Vestmanna. Tá spælir EB í Klaksvík móti Stjørnuni.

SMS-deildin 3. umfar
Hóskvøldið 28.09

Neistin - EB 39-24 (39-24)

Toppskjúttar: Bjørk Franksdóttir Joensen 11 mál, Anna Sigrunardóttir Mikkelsen 9 mál - Nukaaka Petrussen Lyberth 9 mál

[object Object]
Skýggjamynd: HSF

Sí dystargongd her

Sí stigatalvu og fulla dystarskrá her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder