Oyggjaleikir 2023

Eiri rann frá øllum og fillaði føroyska metið

Eiri Jógvansson Glerfoss vann Føroyum gull í mest glæsiligu greinini í frælsum ítróttum – 100 metra renningini.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-07-10 20:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyar gjørdu bart á leikvøllinum fyri frælsar ítróttir í kvøld. Tvey gull og eitt silvurheiðursmerki.

Beint eftir, at Jónas Isaksen hevði fingið sítt gullheiðursmerki um hálsin fyri flotta sigurin í 400 metra renning, megnaði ungi Eiri Jógvansson Glerfoss at gera tað, sum kanska ongin annar enn hann sjálvur og pápi hansara og onnur, ið standa honum nær, høvdu roknað við.

Nevniliga at vinna gull á 100 metrinum. Eiri hevði runnið sannførandi bæði í innleiðandi og í hálvfinaluni, har hann setti føroyskt met við fyrstu skrásettu tíðini undir 11 sekund.

Og í sjálvari finalun kutaði hann eitt stórt petti av føroyska metinum. Hóast sjey av teimum átta rennarunum komu í mál við eini tíð undir 11 sekund, so kláraði ongin at renna skjótari enn Eiri, sum setti nýtt met í tíðini 10,58 sekund. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder