Beint undir níggju tímar eftir at fyrra hálvfinalan hjá kvinnum varð sett í gongd í Badmintonhøllini í Klaksvík, vann Mjølnir seinasta bóltin í fjórða setti í seinnu hálvfinaluni hjá monnum.
Eins og hjá kvinnunum verða tað klaksvíkingar og sørvingar, sum hittast í steypafinaluni hjá monnum um tvær vikur.
Les eisini: Mjølnir og SÍ hava spælt seg í kvinnufinaluna
SÍ og Fleyr vunnu tvey sett hvør, áðrenn sørvingar drógu longra stráðið í 5. setti. Talan var um ein ógvliga javnan dyst, har trý sett endaðu 25-23. Dysturin byrjaði heldur rótut, men liðini stríddist væl fyri hvørjum bólki, og tað var undirhald og spenningar fyri áskoðarnar. Fleyr var í finaluni í fjør, men nú verður tað SÍ, ið hevur nógvar ungar og spenanndi leikarar so sum Hjørtur Joensen, ið skal royna at koppa Mjølni í finaluni.
(Mynd: Flogbóltsssmband Føroya)
ÍF gav heimaliðnum, greipuvinnarunum frá í fjør og suverena oddaliðnum í Meistaradeildini ein skarpan gang. Í 1. setti vóru teir reyðkløddu betri og høvdu átta dystarbóltar, tá støðan gjørdist 24-16. Tað mundi tó gingið galið: Mjølnir stríddist sera væl og vann 7 bóltar á rað, áðrenn Bjarni Larsen tryggjaði ÍF settið. Í 2. setti var Mjølnir tó sannførandi við góðum spælið. 3. og 4. sett endaðu bæði 25-22. Hóast Mjølni hevði munin ígjøgnum bæðu hesi settini, hekk ÍF allatíðina í. Sterka Mjølnir liðið vann tó uppiborið, og skal 22. februar royna at verja steypið.
Hálvfinalur hjá monnum:
08.02
SÍ - Fleyr 3-2
25-23, 19-25, 23-25, 25-23 og 15-11.
Mjølnir - ÍF 3-1
23-25, 25-18, 25-22 og 25-22.
Annað
Eisini Mjølnir - SÍ í mansfinaluni
SÍ vann eftir fimm-settara móti Fleyr. Mjølnir vann sum væntað, men ikki uttan harða mótstøðu frá ÍF, ið kom á odda í dystinum..
Mjølnir gjørdi nóg mikið til at vinna hálvfinaluna á heimavølli (Mynd: Flogbóltsssmband Føroya)
2020-02-08 22:25
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald