Fótbóltur

Eitt hornasparksmál hvør í seinna hálvleiki í Baku

Liðini fingu harvið eitt stig hvør - Sveis, ið hevði yvirvág, var nær við at fáa øll trý.

Málskjúttin hjá Wales, Kieffer Moore, saman við liðformanninum Gareth Bale (Mynd: EPA)

Málskjúttin hjá Wales, Kieffer Moore, saman við liðformanninum Gareth Bale (Mynd: EPA)

2021-06-12 17:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sveis var betra liðið í Baku í dysti nummar tvey í bólki A og í EM-endaspælinum. Walisar løgdu væl út, og Yann Sommer í sveisiska málinum varð noyddur at toyggja seg fyri at beina bóltin uppum málið, eftir at Kieffer Moore hevði stútað. Síðani tóku sveisar yvir. Teir høvdu bóltin nógv, og narkar fínar skotroyndir vóru: Áleyparin Haris Seferovic hevði tríggjar, men tað var málleyst í steðginum

Liðið hjá Vladimir Petkovic gjørdi eins og Italia í gjár: Eftir yvirvág í fyrra hálvleiki  kom liðið væl út etil seinna hálvleik og legði seg tíðliga á odda. Xerdan Shaqiri legði horna inn út vinstru, og inni í málteignum vann lívligi Breel Embolo tvídystin og stútaði bóltin í waliska málið.

[object Object]
Mynd: EPA

Walisar fingu ikki ordliga hótt aftur næstu løtuna og tað sá trygt út Sveis, men so við og við fall liðið longur aftur á vøllin, Bale og hinir fingu fatur á bóltinum, og tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini javnaði liðið hjá Rob Page eftir vælútført hornaspark úr vinstru, ið varð tikið stutt. Bólturin varð lagdur fyri føturnar á Joseff Morell, sum sendi bóltin inn í brotsteigin, og har hevði Kieffer Moore runnið púra rætt. Høgi áleyparin leyp væl uppfrá og stútaði væl í longra málhornið - hesaferð hevði Sommer ongan málmøguleika. Morell og Moore spæla báðir í næstubestu ensku deildini - fyri ávíkavist Cardiff og Luton. 28-ára gamli Moore skoraði tjúgu mál í farna kappingarári, men hevur spælt nakað í lærgru deildunum í Onglandi og hevur ikki havt so langa tilveru sum fulltíðar yrkisleikari.

[object Object]

[object Object]
Moore tryggjaði Wales eitt á papírinum gott og umráðandi stig (Myndir: EPA)

Seinastu løtuna var Bale nær við at fáa frítt skot í sveisiska brotsteignum, men tað vóru sveisarar, ið vóru nærri við at avgera dystin. Innskifti Gavranovic fekk bóltin hegnisliga í málið, tá fimm minuttir vóru eftir, men eftir VSR-kanning varð staðfest, at áleyparin var rangstaddur. Lítla løtu seinni bjargaði Danny Ward væl, tá Embolo royndi seg eftir hornaspark, og so endaði tað 1-1, ið má metast at vera eitt gott úrslit hjá Wales, sum spælir lykladyst móti Turkalandi á sama leikvøllinum mikudagin. Sveis skal allan vegin úr Aserbadjan til Italia at spæla móti grannunum fyri sunnan.

[object Object]
Málið hjá Gavranovic varð kolldømt (Mynd: EPA)

[object Object]

EM-endaspælið 2020 (2021) - Bólkur A

Í dag - Leygardagin 12. juni á Baku Olympic Stadium
Wales - Sveis 1-1 (0-0)
49' Breel Embolo (Xerdan Shaqiri) 0-1
76' Kieffer Moore (Joseff Morel) 1-1

Í gjár - Fríggjadagin 11. juni á Stadio Olimpico, Rom (áskoðarar: 12,916)
Italia - Turkaland 3-0 (0-0)
53' Merih Demirial 0-1
66' Ciro Immobile 0-2
79' Lorenzo Insigne 0-3

Italia 3
Wales 1
Sveis 1
Turkaland 0

Bólkur B: 
Danmark 
Finnland
Belgia
Russland

Leygardagin 12. juni klokkan 17 (Keypmannahavn): Danmark - Finnland
Leygardagin 12. juni klokkan 20 (Sankta Pætursborg): Russland - Belgia

Les eisini: Søguligur dagur í Keypmannahavn

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder