Köln, Týskland (Portalurin): - Tað var stuttligari í dag.
Hetta staðfesti Niclas Ekberg beinanvegin, tá Portalurin fekk orðið á svian í sonevndu “Mixed Zone” eftir bronsudystin móti Magdeburg í gjár.
Sí eisini: Kiel endaði við bronsuni í Champions League
- Eftir kollapsið í gjár vildu vit út at vísa, hvat lið vit veruliga eru; hvat felagið stendur fyri. THW Kiel hevur jú verið í heimsoddinum leingi. Móti Barcelona í gjár vísa vit als ikki, hvørjir vit eru. Í dag koma vit út við einum heilt øðrum hugburði og eru á frá byrjan. Fyri meg var tað ein perfektur endi í felagnum, staðfestir sviin.
Hetta var seinasti dystur í 12. og seinasta kappingarárinum hjá 35-ára gamla vonginum við THW Kiel, og hann skoraði seks mál uppá sjey skot. Niklas Ekberg hevur vunnið alt, sum vinnast kann í felagnum, og var hann toppskjútti hjá liðnum í finaluni og toppskjútti í allari kappingini, tá Kiel seinast vann Champions League (2020) Hann endar við einum bronsuheiðursmerki og lítur aftur á eitt ár við nógvum upp-og niðurtúrum, har tann størsti niðurtúrin var leygarkvøldið móti Barcelona
- Uff...haldi sveiggini hava verið alt ov stór og hanga nógv saman við tí sinnisliga. Hvussu vit eru áðrenn dystinum og undir dystinum: Um rætta spenningsstigið er har ella ikki. Undir fleiri dystum í ár ov ávirkaðir av mistøkum og mótgongd. Til dømis spæla vit væl eina løtu tíðliga í hálvfinaluni móti Barcelona, men so tekur Emil Nielsen nøkur skot, og vit byrja at hanga. Kropsmálið er ikki gott, og slíkt skal ikki ávirka ov nógv...tað píndi okkum leygarkvøldið, at vit høvdu avrikað so illa, men allir savnaðu seg væl til dystin móti Magdeburg, og tað gjørdi stóran mun.
Final Four
Í dag, sunnudagin 9. juni, í Lanxess Arena
(Bronsudystur) THW Kiel - Magdeburg 32-28 (23-14)
Elias og hinir fáa bronsuheiðursmerki á gólvinum í Lanxess høllini. - Hann kann nakað serligt og skal verða á tí vegnum, sum hann er á nú og vera tryggur í sær sjálvum, sigur Ekberg um hoyvíkingin
Vit spurdu eisini Niclas Ekberg, um hvussu hann sær evnini og menningina hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu. Teir hava spælt saman seinasta árið, og tann eldri heldur, at føroyingurin bara skal hava tíð og halda á: Evnini eru serlig
- Hann skal bara halda á, sum hann ger. Elias er ein spælari, ið sær ting á vøllinum, sum aðrir ikki síggja og finnir øðrvísi loysnir. Aftur: Sum aðrir spælarar ikki kunnu. Hann skal verða á tí vegnum, sum hann er á nú, og vera tryggur í sær sjálvum – so verður tað heilt gott fyri Elias og Kiel. Tað er ongantíð lætt at koma úr tryggum og kendum umstøðum í einum nakað minni felagið til THW, sum er eitt risafelag. Her er tað nógv, ið spælir inn - eisini rundanum - og man skal hava tíð at verða tryggur í tí eisini. So kemur spælið nátúrligt. Soleiðis var eisini hjá mær, tá eg kom til Kiel sum ein ungur spælari.
Sí eisini: (Video við Eliasi) - Hevur verið ov nógv upp og niður hjá mær og okkum í ár
Niclas Ekberg endar ikki sína yrkisleið. Royndi høgri vongurin fer at spæla í heimbýi sínum í Svøríki næstu árini. Ystads IF endaði við silvurheiðursmerkjum í fremstu svensku deildini – Óli Mittún og IK Sävehof vóru ov sterkir.
- Ja, eg fari aftur til Ystads fyri at vinna svenska meistaraheitið. Tað er ta gullheiðursmerki, sum mær vantar. Havi verið við at vunnið gull í bæði Danmark og Týsklandi so fari at gera alt fyri at vinna við Ystads eisini, sigur sviin at enda smílandi.
THW Kiel endaði á 3. plássi í Champions League og á 4. plássið í Bundesliguni. Harvið er tað næststerkasta evropeiska kappingin, European League, hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og liðfeløgunum næsta ár. Hákun West av Teigum og Fücshe Berlin endaði á 2. plássi í bæði Bundesliguni og European League í ár: Næsta kappingarár eitur tað Champions League hjá teimum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald