Tey spældu steypafinalu í fjør, og eru á veg aftur í finaluna. Eftir fyrru hálvfinalurnar er greitt, at serliga H71-kvinnurnar, sum hava spælt steypafinalu trý ár á rað, hava íhvussu er annað beinið í
Neistin skal vinna við tíggju málum í Hoyvík í kvøld, og er hetta eitt nakað meira enn eitt sindur ósannlíkt.
Tá er tað meira sannlíkt, at Stjørnan bjóðar Kyndli í minsta lagi eitt sindur av. Stjørnan byrjaði ov illa í heimadystinum mikukvøldið, men kann koppa Kyndli við at vinna við fimm málum ella meira í kvøld - tað er eisini nóg mikið, um útiliðið skorar 29 ferðir og vinnur við fýra.
Hetta verður ógvuliga trupult móti sterka Kyndils-liðnum, men Stjørnan megnaði í desember at gera júst hetta: At skora yvir 29 mál og vinna við fýra í høllini á Hálsi. Kyndil - Stjørnan er fyrri dysturin í kvøld:
Skráin í dag (Skíggjamynd - hsf.fo)
Fyrru hálvfinalurnar - mikukvøldið 15.02:
Stjørnan - Kyndil 24-28 (8-11)
Toppskjúttar: Mina Sirdal Henriksen og Tóra Eliasen 6 mál (Stjørnan). Turið Arge Samuelsen 10 mál (Kyndil)
H71 - Neistin 35-26 (17-14)
Toppskjúttar: Maria H. Weyhe 13 mál (H71). Maria Pálsdóttir Nólsoy 13 mál (Neistin)
Les eisini: Kyndil og H71 vunnu fyrru hálvfinalurnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald