
Almere, Niðurlond (Portalurin) Seint seinnapartin fór eitt fullsett flogfar hjá Atlantic Airways úr Vágum. Kósin varð sett móti Rotterdam, har flogfarið setti seg í kvøld.
Lagið var gott umborð. Hans Ravnsfjall framførdi tveir sangir, fólk sungu við og prátið gekk annars dúgliga, meðan flogternurnar veittu tænastu.
Sí eisini: Video: Eirikur fekk hondbóltstúrin í jólagávu frá konuni
Túrurin var skjótur og góður, og spenningurin merkist. Eftir at viðføri varð fingið undir land fóru føroysku fjeppararnir við bussi ella taxa til stóra Radisson gistingarhúsi mitt í Amsterdam. Har verður eitt tiltak við dansi og øðrum seinni í kvøld fyri hesar fjepparar, umframt øll hini sum komu fyrr í dag, umvegis Keypmannahavn, og tey sum komu við beinleiðis túrinum í gjár.
Spælararnir skulu hugsavna seg um stóru uppgávuna sunnudagin. Talan er aftur um týðandi dyst í bólkinum.
Les eisini: Ein triðingur av áskoðarunum verða føroyingar
Hópurin var aftast í flogfarinum. Har var millum annað spurnarkapping á skránni, og nógv vildu heilsa uppá hondbóltsspælararnar, ið skulu umboða Føroyar í Almere. Hópurin býr í býnum í Amsterdam-útjaðaranum, har EM-undankappingardysturin verður spældur klokkan 14 sunnudagin.
Sí nakrar myndir av ferðini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald