
Oddvá Sedea D. Nattestad gjørdi aftur bart á triðja kappingardegnum í Virtus HM í svimjing í Teilandi.
Sunnudagin vann 19-ára gamla havnarkvinnan silvur og setti evropeiskt met í 50 metrar bringu.
Les meira: Oddvá Sedea Nattestad HM-silvur og evropeiskt met
Fyri løtu síðani gjørdi hon tað aftur - í 100 metrar bringu.
Tað eru ikki so nógvar kappingar í flokki II3 innan svimjing í Parasport, men Oddvá hevur longu gjørt vart við seg har, og hon átti í roynd og veru heimsmetið í 100 metra bringu undan dagsins kapping.
Hetta metið var 1.28.47. og varð sett fyrr í ár. Oddvá Sedea tók tað sjálv í dag: Hon betraði um egna met og setti nýtt evropeiskt met við tíðini 1.24.52.
Hetta rakk til silvur. Kate Wallington úr Avstralia svam ógvuliga væl og endaði nummar eitt við tíðini ein minutt og 20 sekund og nýggjum heimsmeti í flokki II3 á teininum.
Føroyski svimjarin kappast eisini í morgin og fríggjadagin 29. august í Bangkok.
Oddvá Sedea D. Nattestad (Mynd: Parasport Føroyar)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald