Hóast Sunniva Bogadóttir vann silvur í spjótkast á oyggjaleikunum í dag, so var hon ikki heilt nøgd tá kappingin var av. Ikki tí, Sunniva kundi onki gera ímóti Lindu Kivistik av Saaremaa, sum vann kappingina greitt.
Reelt var silvur tað besta, sum Sunniva kundi uppnáa, men hon hevði ætlað sær at fáa spjótið longur út – helst út um 40 metrar.
Sunniva var tann fyrsta at kasta, og legði seg á odda við einum kasti á 35,59 metrar líka til tann umleið tveir metrar langa Linda Kivistik fór framum við einum kasti nærri teimum 40 metrunum.
Linda Kivistik átti øll tey longstu kastini í kappingini í dag, og vann harvið suverent.
Men kastið hjá Sunnivu var so mikið gott, at ongin av hinum megnaðu at sláa hana, hóast tær nærkaðust. Í fimta kasti betraði Sunniva sítt besta úrslit til 35,97 metrar.
Linda Kivistik vann við einum kasti á 45,46 metrar, meðan Lucy Woodward av Jersey fekk bronsu við einum kasti á 35,50 metrar.
Sunniva Bogadóttir vann harvið silvur við einum kasti, ið er nakað undir tí hon fyrr hevur megnað. Besta kast hennara í ár er 37,13 metrar og persónliga metið 38,46.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald