2020-10-13 15:53
Atlantsflog hevði sett stóra móttøkuapparatið í sving, tá flogfarið úr Keypmannahavn setti seg á flogvøllin tíðliga seinnapartin.
Við í flogfarinum var miðvingurin Sverri Sandberg Nielsen, sum sunnudagin gjørdi tað bragd at rógva seg til evropameistaraskapin í Poznan í Polandi.
Í morgin verður almenn móttøka fyri nýklakta evropameistaranum. Tað er Vága kommuna, sum skipar fyri móttøkinum á miðstaðarøkinum í Miðvági klokkan 17 til 18.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald