
14. februar var tíðindafundur í FSF-húsinum í Gundadali. Tá almannakunngjørdi Christian Andreasen, sum í øllum førum er forseti í Fótbóltssambandinum nakrar tímar afturat, at Eyðun Klakstein er nýggjur A-landsliðsvenjari hjá monnum.
Sí eisini: Eyðun: - Meira spentur enn stúrin
53-ára gamli klaksvíkingurin hevur síðani arbeitt við at seta toymi saman. Hjálparvenjaran hevur hann tann sama sum á U21-landsliðnum og til Nations League-dystirnar í november. Tað er væl møguligt, at tað mánadagin verður kunngjørt, hvussu toymi afturat Eyðun Klakstein og Atla Gregersen fer at síggja út.
Nøvini á teimum í hópinum til fyrstu EM-undankappingardystirnar skulu í øllum førum lesast upp. Spenningur er um ymisk viðurskifti.
Teitur Matras Gestsson er givin, Hørður Askham er framvegis skaddur, men nú er Geza David Turi tøkur fyri Føroyar. Geza hevur næstan ikki spælt dyst síðani í oktober. Í Grimsby metir venjaratoymi, at 23-ára gamli miðvallarin ikki er í nóg góðum standi til kappingardystir í Onglandi enn.
Spurningurin er, um hetta hevur nakra ávirkan á úttøkuna. Tað eru fáir av føroyingunum, sum hava nógvar kappingarminuttir í 2025, men flestu útisetarnir eru byrjaðir uppá sínar kappingar: Hanus Sørensen (Slovenia), Andrias Edmundsson (Pólland) og Meinhard Egilsson Olsen, Mattias Lamhauge, Adrian Rúnason Justinussen og Daniel Johansen (Danmark).
Málverjin spælir tó ikki í Fredericia, og Daniel Johansen varð ikki úttikin í november, tá Eyðun og Atli tóku liðið út. Hesaferð er Ási Dam tó ivasamur, og Daniel er eitt ógvuliga gott boð sum annar vinstri bakkurin í hópinum. Hann hevur spælt nógv í venjingardystunum hjá Hillerød og byrjaði inni í fyrstu dystunum.
Í november vóru Jóan Símun Edmundsson og Klæmint Andrasson Olsen ikki við. Royndu áleypararnir vóru frávaldir, tá Páll Andrasson Klettskarð var aftur á landsliðnum, og fyribils venjararnir vildu royna onnur ting.
Nýggja venjaratoymi skal taka nakrar spennandi avgerðir (Savnsmynd: Hans Erik Danielsen)
Nú er so spurningurin, hvussu støðan er, tá Eyðun og Atli eru fastir. Jóan Símun hevur nakrar sereginleikar, er nú skiftur til íslendskan fótbólt og bíðað verður bert eiftir landsliðsmetinum, í mun til dystir. Klæmint hevði ikki nakað serliga gott kappingarár í fjør og hevur havt ein málturk á landsliðnum, men rituvíkingurin hevur verið heitur í venjingardystunum.
Óvist er, hvussu er við U21-landsliðnum. Fyrsti dystur hjá elsta U-landsliðnum í EM-undankappingini er í juni, men vanligt er at liðið er savnað í hvørjum landsliðsveindeygað. Eyðun og Atli eru fluttir upp frá U21 og harvið hevur Fótbóltssambandið hugt eftir nýggjari venjaraloysn har. Tað er sum skilst ikki uppá pláss enn.
Tíðindafundur við úttøkunngerðing verður á Tórsvølli mánadagin 10. mars. Føroyar spæla
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald