Eysturríksku hondbóltsstjørnurnar vóru kaldari, tá á stóð. Skoraðu upp á sínar kjansir, og dugdu væl at finna holini í føroysku verjuni.
Hóast unga føroyska hondbóltslandsliðið spældi ein frálíkan dyst á heimavøllinum á Hálsi í kvøld, so var tað ikki nóg mikið til stig í kvøld. Úrslitið av dystinum gjørdist 30-28.
Vit vóru fleiri, sum hildu, at Eysturríki vóru í trupulleikum, tá teir tíðliga í seinna hálvleiki fingu fleiri útvísingar, og at ein av góðu spælarunum enntá fekk reyða kortið.
Men onkursvegna høvdu teir reyðu tamarhald á dystinum alla tíðina.
Ikki tí spenningurin var stórur til tíðir. Við stórspæli frá 17 ára gamla Óla Mittún og Paula Jacobsen í málinum, leikaði spælið javnt á tað mesta av øðrum hálvleiki.
Hvørja ferð Føroyar komu upp á javnt, eydnaðist tað eysturríkarum at koma framum aftur.
Hóast vit taptu, var ósigurin als einki at skammast yvir. Talan var um ein framúr dyst. Við eitt sindur meira neyvleika framman fyri málið, og eitt sindur minni panikkspæli, tá tað leikaði harðast á, so kundu Føroyar staðið seg móti eysturríkarunum.
Og sjálvandi kann mann ikki lata vera við at grunda yvir, hvussu úrslitið hevði verið, um Elias Ellefsen á Skipagøtu hevði verið førur fyri at spæla við hesar báðar dystirnar. Vit vita, at hann er maðurin, ið kann avgera dystir, og sjálvandi kunnu vit til æviga tíð kjakast um, hvussu úrslitini høvdu verið, um hann hevði verið við.
Vónandi 8. og 11 mars, tá vit skulu spæla tveir dystir móti Rumenia.
Føroysku málini:
Óli Mittún 7
Hákun W. av Teigum 5
Theis H. Rasmussen 4
Leivur Mortensen 4
Tróndur Mikkelsen 3
Vilhelm Poulsen 3
Helgi H. Hoydal 1
Pauli Mittún 1
Støður:
05. min 2-2
10. min 5-3
15. min 6-7
20. min 8-11
25. min 11-12
30. min 14-14
--
35. min 16-16
40. min 18-19
45. min 21-22
50. min 22-23
55. min 24-27
60. min 28-30
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald