Annað

Fallon Sherrock vann enn einaferð

Í dag var sett hol á triðju rundu í HM í dart, har millum annað Michael van Gerwen skal leika í kvøld.

Fallon Sherrock heldur fram við at bergtaka til HM í dart (Savnsmynd: EPA)

Fallon Sherrock heldur fram við at bergtaka til HM í dart (Savnsmynd: EPA)

2019-12-22 15:29 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Fyrr í vikuni gjørdist hon fyrsta kvinnan, ið hevur vunnið ein dyst til HM í dart. Í gjár vann Fallon Sherrock enn einaferð. Hesaferð vann hon óvæntað 3-1 ímóti nummar ellivu í heiminum Mensur Suljovic, harvið er hon ímillum tey síðstu 32, ið eru við í triðju rundu sum byrjaði í dag.

Tað hava verið nøkur óvænta úrslit í kappingini, har millum annað nummar tvey í heiminum Rob Cross og nummar fýra í heiminum Michael Smith eru slignir út.

Í kvøld skal heimsins besti dart leikari, Micheal van Gerwen leika. Hann er stórfavorittur ímóti nummar 32 í heiminum Ricky Evans. Eisini skal nummar átta í heiminum James Wade hitta Steve Beaton, meðan nummar tólv í heiminum Nathan Aspinall í dag hittir Krzysztof Ratajski.

HM í dart heldur fram til 1. januar, tá finalan verður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder