Fótbóltur

FC Suðuroy - EB/Streymur og Víkingur - TB eru útsettir til sunnudagin

Veðurforsøgnin leygardagin ger, at nú standa eingir dystir í fremstu mansdeildini á skrá tá.

FC Suðuroy hevur av álvara tørv á stigum, tá EB/Streymur vitjar um vikuskifti - eftir ætlanini nú er tað tíðliga seinnapartin sunnudagin (Savnsmynd: Bjartur Vest)

FC Suðuroy hevur av álvara tørv á stigum, tá EB/Streymur vitjar um vikuskifti - eftir ætlanini nú er tað tíðliga seinnapartin sunnudagin (Savnsmynd: Bjartur Vest)

2025-10-02 15:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið var greitt, at tveir av ætlaðu dystunum í 25. umfari eru fluttir frá leygardegi til fríggjadag. Hetta vegna veður.

Sí eisini: Veðrið argar fótbóltin um vikuskifti

"Hvussu verður við dystunum millum FC Suðuroy og EB/Streym, og Víking og TB verður kunngjørt seinni" stóð eisini í kunngerðini hjá FSF.

Nú er endaliga greitt, at eisini hesir báðir dystirnir eru fluttir - tó ikki framskundaðir men útsettir til sunnudagin.

FC Suðuroy - EB/Streymur spæla eitt samdøgur seinni enn ætlað, klokkan 13 sunnudagin. Hetta ber til, um Galaxy fær siglt leygardagin/leygarkvøldið. EB/Streymarnir kunnu ikki fara suður sunnudagin 10.30 - tað er ov seint. 

Víkingur og TB spæla í Sarpugerði seinnapartin sunnudagin. Klokkuslettið er ikki ásett enn í skipanini hjá FSF/Comet.

Sum heild er framvegis óvissa um, hvørt onkur tíðspunkt verða broytt vegna veður. 

Nýggja skráin fyri 25. og triðseinasta umfar í Betrideildini

Í morgin, fríggjadagin 3. oktober
18.30: 
NSÍ - B36
HB - B68

19.00: 07 Vestur - KÍ

Sunnudagin 5. oktober
13.00: FC Suðuroy - EB/Streymur

?? Víkingur - TB

Dysturin hjá Víkingi og EB/Streymi í 1. deild er eisini framskundaður frá sunnudegnum til fríggjakvøldið vegna broytingarnar í Betrideildini

Sí eisini: Her er dystarskráin hjá liðunum í botnstríðnum

Støðan eftir 24 umfør:

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder