Fótbóltur

Feløgini gera heilt nógv burturúr

HB hevur tvær ymiskar upphitingar - lív verður eisini í B36-húsinum seinnapartin og út á kvøldið leygardagin. Tað verður fullsett á aðrari langsíðu á Tórsvølli til finaluna.

Tað var ógvuliga gott lív í til finaluna millum grannarnar í 2018. Í ár vera helst uppaftur fleiri áskoðarar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað var ógvuliga gott lív í til finaluna millum grannarnar í 2018. Í ár vera helst uppaftur fleiri áskoðarar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-11-01 16:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stóri steypafinaludagurin verður í morgin, og tað fer at merkjast í Gundadali.

Sí eisini: Myndir: Havnarfeløgini hugsavna seg um finaluna í regninum

Upphitingar verða í bæði B36-húsinum og HB-húsinum.

B36 boðar frá, at dyrnar lata upp klokkan 15 - fýra tímar áðrenn fyrsta bríksl. Har verður andlitsmáling, DJ Kingz, Janus Kampmann, Malan Eyðunsdóttir og White Tigress fara at fáa lív í fjøldina við tónleiki, matur og fjepparalutir kunnu keypast, og so fer Tórshavnar Mannskór at framføra

Ein góðan tíma fyri dystarbyrjan, um 18-tíðina, verður farið yvir á Tórsvøll, skrivar B36 á sínari Facebook-síðu.

Sí eisini: 
Enevoldsen: - Steypasøgan móti HB seinastu árini er góð
Hannes: - Vit hava okkurt serligt til stórar dystir (Video) 

HB hevur tvær upphitingar: Ein er í bovlinghøllini (Bowl), og so verður ein familju upphiting í HB-húsinum.

Í Bowl á Hálsi verður opið frá klokkan 15,har verður andlitsmáling, tónleikur frá Róki Jákupsson og Jóhan Ziskason, søla av blusum og mangt annað. Hetta kanska meira fyri "tey vaksnu". Niðanfyri sæst lýsing av familjuupphitingini, sum byrjar í HB-húsinum.

[object Object]

Mynd: Havnar Bóltfelag

Sí eisini: 
Sormani: - At vinna steypið kann vera grundarlag fyri framtíðina
Teitur: - Hetta kann ikki blíva nógv størri (Video)

Javnan hava havnarfeløgini fingið prik og ákoyringar - og av røttum so - fyri vantandi áskoðaraáhuga til heimadystir. Men tað er púra greitt, at hesin dysturin merkir nógv fyri feløgini og vilja nógv koma at stuðla sínum liðið til ársins seinasta dyst. Steyp, heiður og evropeiskar milliónir eru uppá spæl.

Á atgongumerkjasøluni hjá FSF sást, at einki pláss er eftir á eystaru langsíðu. Teir átta bólkarnir (sektiónirnar) eru fullsettir - pláss er tó aðrastaðni. Feløgini hava fýra hvør, og hetta burdi borgað fyri at gott lív kemur í Tórsvølli í annaðkvøld. Tað var tað sanniliga, tá liðini hitust fyri seks árum síðani.

Sí eisini: Soleiðis sá út í seinastu Havnarfinaluni (video)


Sí eisini: Rúni Gaardbo dømir steypafinaluna

Sí eisini: Televarpið vísir finaluna leygarkvøldið

Portalurin verður á staðnum við beinleiðis bloggi, myndum, samrøðum og øðrum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder