Hannover, Týskland (Portalurin) - Eftir fimm dystir seinastu vikuna koma hvílidagar væl við hjá føroyska hópinum. Sjey spælarar fingu eisini hvílt seg heilt í 27-19 sigrinum á Portugal í gjár, og tveir heilir dagar eru til fjórðingsfinaluna. Har er Serbia á skránni.
Les eisini: Skulu spæla fjórðingsfinalu móti Serbia
Tað krevur hugsavnan og megi, um Føroyar skulu basa EM-bronsuvinnarunum hósdagin. Serbia hevur eisini víst styrki í hesum endaspælinum og vunnið fýra greiðar sigrar. Einasta tapið kom móti Íslandi í bólkafinalu í innleiðandi bólkaspælinum (29-32)
Í dag er bæði styrkivenjing og hondbóltsvenjing á skránni hjá føroyska liðnum. Ein koyritúrur á líka yvir tríggjar tímar er eisini í væntu hjá spælarum, venjarum, hjálparfólki og flestu áskoðarunum, sum hava verið í Hannover.
Føroysku fjeppararnir hava gjørt mun í Magdeburg og Hannover - nú gongur leiðin til høvuðsstaðin (Mynd: Sverri Egholm)
Talið av føroyskum áskoðarum - familjum og øðrum - hevur verið vaksandi síðstu dagarnar. Portalurin veit um nógv afturat, sum nú fara at ferðast úr Føroyum, Danmark ella aðrastaðni til Berlin fyri at stuðla ungu føroysku monnunum, sum nú tevja HM-heiðursmerki.
Tað kann gerast heilt stuttligt og spennandi í týska høvuðsstaðnum - Portalurin ferðast eisini til Berlin í dag.
Sí eisini - tilfar frá flotta sigrinum á Portugal í gjár:
Myndir: Føroyar - Portugal
Á odda við fimm móti Portugal
Stóðu próvtøkuna við hægsta metið
Videosamrøður:
Ovi Lützen: - Hesin dysturin gevur okkum nógv
Bjarni í Selvindi: Allir taka av møguleikanum í dag
Julian Johansen: - Eitt tað besta avrikið hjá hesum landsliðnum
Pauli Høj: - Vit stýra leikferðini
Kristian Jensen: - Vit vildu tað nógv meira enn Portugal
Annað:
Óli Mittún kemur nú til Týsklands
Tveir og tveir saman: Ræst kjøt, pitsa og tónleikur
Systkinabørnini saman: - Hetta er nakað heilt serligt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald