Lene Terp, landsliðsvenjari hevur sett nøvn á tær ellivu, sum skulu byrja finaluna móti Litava í Baltic Cup. Samanborið við dystin móti Estlandi, eru fýra broytingar gjørdar í byrjunaruppstillingina, upplýsir FSF á heimasíðu sínari.
Tað verður Anna Sunadóttir Hansen, sum hesaferð verjir føroyska málið, meðan Sarita Maria Mittfoss, sum kom inn í fyrra hálvleiki í hálvfinaluni hósdagin, nú byrjar í miðverjuni saman við Rakul Mariu Johannesen. Bakkarnir eru tær somu: Liðskiparin Ásla Johannesen í vinstru og Maria á Lakjuni í høgru síðu.
Á sentrala miðvøllinum er Sara Samson Lamhauge nú á vøllinum frá byrjan saman við Jensu Kannuberg Tórolvsdóttir og Heidi Sevdal, ið spælir sín landsdyst nummar 60. Á vinstra kanti byrjar Lea Símunardóttir Lisberg, eins og hon gjørdi móti Estlandi, og á høgra kanti er Julia Helena Dal Henriksen fyri fyrstu ferð í byrjunaruppstillingini. Málskjúttin í hálvfinaluni, Hervør Olsen, byrjar aftur í dag í álopinum.
Føroyar (4-5-1): Anna Súnadóttir Hansen (EBS/Skála) - Maria á Lakjuni (Víkingur), Birita Ryan (KÍ), Rakul Maria Johannesen (B36), Ásla Johannesen (FC Nordsjælland) - Julia Helena Dal Henriksen (HB), Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir (Víkingur), Heidi Sevdal (NSÍ), Sara Samson Lamhuage (HB) Lea Símunardóttir Lisberg (EBS/Skála) - Hervør Hansdóttir Olsen (KÍ)
Á bonkinum: Óluva Allansdóttir Joensen, Birita Ryan, Julia Naomi Mortensen, Olga Kristina Hansen, Tóra Mohr, Emma Hansdóttir
Mynd: Fótbóltssamband Føroya
Finalan í Baltic Cup er ímóti vertstjóðini Litava, sum í sínari hálvfinalu vann heili 5-0 móti Lettlandi.
Dysturin verður spældur á Alytus Stadium. Hann byrjar klokkan 12.00 føroyska tíð og kann stroymast beinleiðis her.
Les eisini: Litava - Føroyar: Finalan fer í gongd á middegi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald