Fótbóltur

Fleiri hundrað fólk sluppu ikki til dystin

Summi eru sloppin at standa framvið leikvallarøkinum og onnur valdu at fara til hús.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-07-26 20:00 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Longu ein tíma áðrenn dystarbyrjan byrjaðu fólk at møta, og tá klokkan tíggju minuttir í sjey var nærum fult. Bæði í B36-húsinum, Betri-skýlinum og í HB-skýlinum, sum verður brúkt til VIP og miðlafólk.

Men kravgangur var eftir atgongumerkjum til dystin - so stórur at ikki fleiri atgongumerki vóru eftir. Heldur ikki fleiri sitipláss.

Úrslitið er tað, at fleiri standa langt uppi á bakkanum og onnur máttu fara til hús aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder