Fótbóltur

Adrian Justinussen royndi - Sebastian Pingel svaraði aftur

Adrian skoraði til 1-0 til Hillerød Fodbold, men djúpt inni í yvirtíðini staðfesti føroyingavinurin Sebastian Pingel ein 3-2 comeback-sigur til AC Horsens móti gamla liði sínum.

Adrian Justinussen, tá hann skrivaði undir við Hillerød Fodbold í januar mánaða í ár. (Mynd: Hillerød Fodbold)

Adrian Justinussen, tá hann skrivaði undir við Hillerød Fodbold í januar mánaða í ár. (Mynd: Hillerød Fodbold)

2024-07-27 08:05 Author image
Áron Vest
placeholder

Adrian Justinussen og liðfelagar hansara í Hillerød Fodbold megnaðu at javna til 2-2 í yvirtíðini, men tað darvaði ikki einum stórspælandi Sebastian Pingel. Tá góðir fimm minuttir vóru leiktir av yvirtíðini, skoraði Pingel til 3-2 til heimaliðið í Horsens. 

Liðini hittust í gjárkvøldið í 2. umfari í næstbestu donsku deildini. Horsens tapti fyri Mattiasi Lamhauge og Fredericia í 1. umfari, so uppflytingarfavorittarnir tørvaðu ein sigur. Hjá Hillerød kom Daniel Johansen ikki á vøllin - tað gjørdi føroyski vintri bakkurin heldur ikki í 1. umfari, tá Hillerød spældi 2-2 á heimavølli móti Hobro.

Fyrsta málið í dystinum í Horsens skoraði Adrian Justinussen. Hetta var beint eftir steðgin, og talan var um mál nummar tvey í tveimum dystum í nýggja kappingarárinum. Í fyrsta umfari skoraði 26-ára gamli føroyingurin við eyðkendari frísparksperlu. 

Mótstøðuðuliðið vann seg tó fram, og AC Horsens avgjørdi í yvirtíðini. Tað var eftir deyðbólt úr vinstru síðu, at Sebastian Pingel fekk eina miseydnaða roynd við høvdinum sum avlevering men fekk róligt og kalt stútað bóltin í netið.

[object Object]- Sebastian Pingel, tá hann 11. juli varð almannakunngjørdur í AC Horsens. Í fjør var fyrrverandi HB og B36-áleyparin toppskjútti í NordicBetdeildini - og hjá Hillerød (Mynd: AC Horsens)

Adrian Justinussen kom til Hillerød Fodbold 19. januar í ár, har hann skrivaði undir tvey ára sáttmála. Adrian kom frá HB, har hann hevði skorað 94 mál í 248 dystum og í kappingarárinum 2023 fekk hann 24 málstig (17 mál og sjey málupplegg) í 25 landskappingardystum. (Kelda: FaroeSoccer.com)

Adrian dylur ikki fyri, at hann vónar at blíva seldur til annað og størri felag, longu í summar. Hetta kemst av eini flúgvandi gongd í næstbestu donsku liguni, NordicBet Ligaen.
Í farnu viku, tá Portalurin hitti Adrian til dystin millum Malmö FF og KÍ, segði hann, at hann var ikki "seldur enn". 

[object Object]- Adrian Justinussen, tá hann júst hevði undirskrivað sáttmála við Hillerød Fodbold 19. januar 2024 (Mynd: Hillerød Fodbold)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder