Fyri beint yvir fimm vikum síðani varð kunngjørt, at Hans-Dieter Flick ikki fór at halda fram sum høvuðsvenjari í Bayern München. 56-ára gamli Flick og ítróttarstjórin í Bayern München, Hasan Salihamidzic, hava ikki sitið væl um sátt, og venjarin, sum verður nevndur Hansi, bað um at verða loystir úr sáttmálanum eftir kappingarenda. Tíggju dagar seinni varð kunngjørt, at Julian Nagelsmann í summar skiftir RB Leipzig út við Bayern.
Les eisini: Bayern hevur keypt Nagelsmann leysan fyri 185 milliónir
Skjótt varð gitt og borið fram, at Hansi Flick helst fór at samstarva við Joachim Löw, sum í summar stendur á odda fyri týska landsliðnum fyri seinastu ferð. Hann var ein av hjálparvenjarunum hjá Löw frá 2006 til og við 2014, tá Týskland vann HM í Brasil, og var síðani ítróttarstjóri í týska fótbóltssambandinum, DFB, í tvey og eitt hálvt ár. Flick setti eisini orð á ynski um at gerast landsliðsvenjari.
Í dag er hetta ynski vorið veruleiki. Týska fótbóltssambandið hevur nú kunngjørt, at ein trý-ára sáttmáli er gjørdur við venjaran, ið skal taka yvir eftir EM-endaspælið í summar, og sum millum annað skal royna at føra Týskland til gull á heimavølli í EM 2024.
Flick var venjari hjá Bayern í júst farna kappingarárið, har hann endurvann Bundesliguna. Í fyrra árinum í sessinum vann liðið The Treble - DFB Pokal og Champions League afturat landskappingini. Samanlagt vann Flick eins nógv steyp, sum hann tapti dystur sum Bayern-venjari - 7. Talan gjørdist eisini um evropeisku Super Cup, týska stórsteypadystin og HM fyri lið í 2020. Venjarin vann 23 dystir á rað - frá 16. februar til 18. september 2020 - sum er met fyri eitt týskt lið.
EM fyrst
Í samband vð setanina segði Flick millum annað, at hann fyrst og fremst ynskir tað besta fyri Löw, toymi hansara og liði hansara til komandi EM-endaspæl. Um fyrrverandi samstarvsfelag sín segði Flick, at hann hevur uppiborið ein so góðan enda sum møguligt sum landsliðvenjara.
Komandi og núverandi landsliðsvenjari til HM-endaspælið í 2014, ið Týskland vann - sum Flick og Löw vunnu saman
Joachim Löw hevur verið í sessinum í 15 ár og hevur umframt gull til HM 2014 verið í einari EM-finalu og trimum hálvfinalum. Hann kunngjørdi hópin til EM-endaspælið, sum byrjar 11. juni, í síðstu viku. Talan er um ein sterkan týskan hóp við einari blanding av heilt royndum leikarum og spennandi yngri leikarum. Millum teir royndu eru Mats Hummels og Thomas Müller úr Bayern, sum Löw annars áður hevur sett heilt av.
Týski hópurin til EM-endaspælið
Málverjar: Bernd Leno, Manuel Neuer, Kevin Trapp
Verjuleikarar: Matthias Ginter, Robin Gosens, Christian Gunter, Marcel Halstenberg, Mats Hummels, Lukas Klostermann, Robin Koch, Antonio Rudiger, Niklas Sule
Miðvallarar: Emre Can, Leon Goretzka, Ilkay Gundogan, Kai Havertz, Jonas Hofmann, Joshua Kimmich, Toni Kroos, Florian Neuhaus
Áleyparar: Serge Gnabry, Thomas Müller, Jamal Musiala, Timo Werner, Leroy Sané, Kevin Kolland
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald