2020-02-21 15:04
Í ár eru 125 ár liðin síðan flogbóltur sum ítróttargrein var uppfunnin Í USA. Í tí sambandi gevur Posta tvey frímerki út mánadagin, har flogbóltur er motivið. Hetta verður hátíðarhildi við stórum tiltaki á torginum í SMS, har millum annað evropeiski flogbóltsforsetin, Aleksandar Boričić, verður við.
Hetta skrivar Flogbóltssamband Føroya.
Flogbóltur er ein av teimum stóru ítróttargreinunum í heimshøpi. Mett verður, at ímillum 800 og 900 milliónir fólk spæla flogbólt, Harvið er tað ítróttargrein nummar fimm í heiminum, tá tað kemur til stødd.
Tað eru í ár liðin 125 ár, síðani William G. Morgan uppfann spælið í USA.
Flogbóltssambandið skrivar, at nógv er broytt síðani tá, men enn sum áður er ítróttargreinin, har so at siga eingin kropslig kontakt er millum leikararnar, tann sama í útgangspunktinum.
Í samband við dagin hevur Posta valt at geva út tvey frímerki, har flogbóltur er motivið, og tey koma út mánadagin. Í hesum sambandi verður skipað fyri stórum tiltaki á torginum í SMS, har frímerkini vera almannakunngjørd. Millum annað fara børn at spæla flogbólt á Torginum. Tiltakið byrjar 14.30. Í samband við frímerkini og steypafinalurnar, ið verða leiktar í vikuskiftinum, verður forsetin í CEC Aleksandar Boričić til staðar. Hann kemur til landið í dag.
Les eisini: Evropeiski flogbóltsforsetin til Føroya
Les eisini: Evropeiski flogbóltsforsetin til Føroya
Til Føroya í 50-unum
Flogbóltssambandið skrivar, at tað var í 50-árunum, at Martin Holm, ið tá arbeiddi sum lærari á Føroya Læraraskúla, ein dagin møtti upp við einum neti og einum løgnum bólti, og greiddi næmingunum frá hesum spælinum, sum so at siga eingin kendi til um okkara leiðir.
Leikararnir tóku spælið við sær inn í skúlarnar kring landið, og síðan hevur spælið ment seg
Við stovnanini av Flogbóltssambandi Føroya gjørdist flogbólturin, sum beinanvegin fekk altjóða viðurkenning, meira skipaður, eisini í landsliðshøpi, har føroysku liðini hava vunnið fleiri altjóða kappingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald