
Nummar 71 var í kvøld aftur á vøllinum fyri IK Sävehof. Maðurin við høga talinum á rygginum er stóra stjørnan úr Hoyvík, Elias Ellefsen á Skipagøtu.
Og hann var flúgvandi. Í summar varð hann skurðviðgjørdur í knænum, og var í kvøld aftur á vøllinum.
IK Sävehof vann á útivølli 34-33 móti Önnereds HK í bestu svensku hondbóltsdeildini. Tað vóru systkinabørnini Elias á Skipagøtu og Óli Mittún, sum áttu seinasta og avgerandi málið í dystinum. Elias legði upp, og Óli skoraði.
Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði sjey mál og legði upp til níggju. Óli Mittún skoraði tvey mál.
Hetta eru góð tíðindi fyri føroyska landsliðið, sum skal spæla móti Rumenia í næstu viku. Rumenia er á vitjan í Høllini á Hálsi mikudagin klokkan 19, og leygardagin í næstu viku eru Føroyar á vitjan í Rumenia.
Bæði Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óli Mittún koma til Føroya at spæla landsdyst í næstu viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald