Hsf.fo: So hildnaðist aftur hjá føroyska U20-landsliðnum, sum seinnapartin vann á Estlandi í sínum fjórða dysti í EM-kappingini í Makedonia. Føroyar vunnu ein tepran sigur, 20-19.
Liðini fylgdust allan dystin á tamb og ongantíð vóru meira enn tvey mál á muni. Tá farið var til hálvleiks var støðan 11-10 til Estland.
Tað gingu átta minuttir til hol kom á málskjótingina í seinna hálvleiki. Verjurnar í báðum endum vóru stinnar, samstundis sum málverjarnir stóðu væl, serliga Hørður Trygvason í føroyska málinum, ið hevði fleiri framúr bjargingar. Tað var eisini hoyvíkingurin, sum endaði við at gerast dagsins maður og tryggja Føroyum sigurin. Føroyar høvdu nevnliga tvær útvísingar í síðstu minuttunum, samstundis sum Estland fór í álop og hevði møguleika at javna, men við góðum málmansspæli frá Hørði, bleiv sigurin føroyskur.
Eftir dystin varð Hørður Trygvason valdur til dagsins leikara.
Í morgin skulu Føroyar hitta Hvítarussland, sum er sterkasta lið í bólkinum.
Málskjúttar:
Bartal Klein Olsen 5
Brandur Halgirsson 3
Niklas Hanusarson 3
Vilhelm Poulsen 3
Bergur Ákason 2
Høgni Zachariassen 2
Hallur Arason 1
Leivur Mortensen 2
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald