Klokkan 17 taka Føroyar ímóti Luksemborg í 4. umfari í undankappingini til EM-endaspælið í desember. Dysturin skal helst seta Føroyar í uppaftur betri støðu í bólkinum.
Fleiri góðir møguleikar eru at fylgja við: Atgongumerki eru eftir til dystin og fáast her. Kringvarpið vísir, FM1 sigur frá, og Portalurin hevur beinleiðis blogg og annað frá klokkan 15.30.
Undankapping til EM 2024, bólkur 7
4. umfar, sunnudagin 03.03
17.00: Føroyar - Luksemborg
Støðan í bólkinum:
1. Svøríki 8 stig *
2. Ísland 4 stig *
3. Føroyar 2 stig
4. Luksemborg 0 stig
*Ein dyst fleiri
Sí eisini: Livdu upp til leiklutin
Føroyar stóðu sum stórfavorittar til dystin í Luksemborg og vunnu eisini ein søguligan stórsigur mikukvøldið. Harvið kann í minsta lagi 3. plássið so gott sum við 100 prosent vissu tryggjast við sigri í dag. Hetta kann geva EM-pláss, tá alt verður talt upp í apríl.
Les meira: Triðja plássið kann gerast týdningarmikið
Tá man vinnur við 18 málum á útivølli, so skal nógv broytast, fyri at tað fýra dagar seinni verður eitt annað útfall. Føroysku kvinnurnar eru í dag í so stórum favorittleikluti hjá veddingarfyritøkunum, at tað ikki ber til at seta pening á føroyskan sigur hjá teimum flestu. Aðrir risafavorittar eru í 4. umfari av undankappingini, men bert Spania ímóti Norðurmakedónia er í líkanandi støðu.
Claus Mogensen og Simon Olsen skulu nýta dystin til at byggja uppá føroyska spælið. Teir hava gjørt tvær broytingar í dystarhópinum. Rakul Wardum hevði ein snudd og var harvið ikki við í Luksmborg, men hon verður helst í føroyska málinum í dag. Rakul avoysir Silju Müller. Karin Egholm avloysir javngomlu Ingu Mariu Roysdóttir sum ein av høgru vongunum, og 18-ára gamla hoyvíkskvinnan fær sín fyrsta A-landsdyst í dag.
Rakul Wardum, ið til dagliga spælir í Ringkøbing í bestu donsku deildini, er tøk aftur og verður allarhelst í málinum á Hálsi eina løtu (Mynd: Sverri Egholm)
Føroyski hópurin til dystin (Mynd: HSF)
Undankapping til EM 2024, bólkur 7
4. umfar, sunnudagin 03.03
17.00: Føroyar - Luksemborg
Støðan í bólkinum:
1. Svøríki 8 stig *
2. Ísland 4 stig *
3. Føroyar 2 stig
4. Luksemborg 0 stig
Fleiri góðir møguleikar eru at fylgja við: Atgongumerki eru eftir til dystin og fáast her. Kringvarpið vísir, FM1 sigur frá, og Portalurin hevur beinleiðis blogg og annað frá klokkan 15.30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald