Fótbóltur

Triðja plássið kann gerast týdningarmikið

Um Føroyar aftur liva upp til favorittleiklutin móti Luksemborg í morgin, so er 3. plássið í bólkinum so gott sum púra trygt, og EM-dreymurin livir sterkt. Undandysturin á Hálsi byrjar klokkan 17.

Súna Krossteig Hansen og hinar skulu stríðast við Luksemborg um 3. pláss og harvið møguleikan at koma til EM-endaspælið (Mynd: Sverri Egholm)

Súna Krossteig Hansen og hinar skulu stríðast við Luksemborg um 3. pláss og harvið møguleikan at koma til EM-endaspælið (Mynd: Sverri Egholm)

2024-03-02 21:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var eingin ivi í Luksemborg mikukvøldið. Tað skal tað helst heldur ikki vera hesaferð hjá føroysku kvinnunum. 16-34 á útivølli merkir, at tað ikki burdi verið tætt á heimavølli, og í morgin skulu Føroyar royna at undirhalda men mest av øllum tryggja sær tvey stig.

Undankapping til EM 2024, bólkur 7
4. umfar, sunnudagin 03.03
17.00: Føroyar - Luksemborg 

Støðan í bólkinum: 
1. Svøríki 8 stig *
2. Ísland 4 stig *
3. Føroyar 2 stig
4. Luksemborg 0 stig

*Ein dyst fleiri

Sí eisini: Livdu upp til leiklutin

Við tí kunnu Føroyar so at siga tryggja sær í minsta lagi 3. plássið í bólkinum. Um okkara aftur koppa Luksemborg, so hava tær fýra stig, við fýra stigum niður til Luksemborg og tveimum umførum eftir á skránni. 

Tað kann við yvir 99 prosent vissu sigast, at Luksemborg ikki fara at vinna á bæði Íslandi og Svøríki í næsta mánaða. Harvið kann ein føroyskur sigur í morgin merkja nógv. Tvey lið úr bólkinum koma beinleiðis víðari til EM-endaspælið, meðan fýra trý'arar eisini vera við - átta bólkar eru.

[object Object]
Føroyski hópurin í Luksemborg, har tað endaði við søguligum stórsigri mikudagin. Í morgin kann liðið taka enn eitt fet móti EM (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Í teimum báðum seinastu umførunum er tað greitt best møguleiki fyri at fáa stig í Íslandi - Svøríki verður allarhelst ein ov stórur biti aftur. Um Føroyar vinna sær stig móti til dømis Íslandi, sum er á skránni í síðsta umfarinum 7.apríl, so sær ógvuliga gott út, í mun til EM: 

- Ein sigur sendir helst Føroyar til endaspælið í desember sum tvey'ari í bólkinum
- Ein javnleikur er allarhelst nóg mikið

Sjálvt um tað ikki skuldi eydnast at fáa fleiri stig enn móti Luksemborg, so kann tað bera til at koma til EM. Hetta tí at tað er ein stórur munur millum liðini í ymisku bólkunum, og tað er sannlíkt, at fleiri trý'arar als ikki fáa stig - í løtuni hevur bert ein av teimum stig.

Bert stigini móti topp-tvey telja í hesum samanhanginum. Um lið eru jøvn í trý'ara rokniskapinum, so snýr tað seg um málúrttøku, og har eru Føroyar á einari leið nú.

[object Object]

Trý'ara rokniskapurin. Bert úrslit móti ovaru liðunum telja, og tí eru stig og mál har avgerandi 

Fyrst snýr tað seg um hjá Føroyum at tryggja sær triðja plássið. Atgongumerki til dystin kl. 17 í morgin fáast her. Kringvarpið vísir, FM1 sigur frá, og Portalurin hevur beinleiðis blogg og annað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder