Tað kundi enda við til dømis Serbia, men heldur skulu Føroyar spæla móti einum av veikaru Balkan-londunum, tá avgerðin um HM-pláss fyri 2027 fellur.
Ikki tí; Bosnia & Hersegovina hevur nakrar profilar, sum spæla í millum annað Bundesliguni, í Fraklandi ella í Danmark. Liðið var til trý EM-endaspøl á rað: Frá 2020-2024. Tó hevur landið ongan EM-dyst vunnið og endaði aftast í sínum undabólki seinast.
Tað gjørdi Kosovo eisini. Føroyar vóru í bólki við júst Kosovo og vunnu samanlagt við 13 málum í teimum báðum innanhýsis dystunum: 32-21 á Hálsi og 25-23 í Pristina í dystinum sum tryggjaði Føroyum EM-plássið.
![]()
Kosovo tapti stórt á Hálsi í 1. umfari í seinastu EM-undankapping. Samanlagt var munurin á liðunum 13 mál í teimum báðum dystunum (Mynd: Sverri Egholm)
Bosnia og Kosovo eru væl sterkari á heimavølli, og har fer tað at vera trupult hjá Føroyum. Men føroyska ynskið um at fáa útivøll fyrst, fyri síðani at kunna avgerða tað við Tjarnir gekk eisini út.
Sí eisini: Liðformaðurin og ítróttarstjórin vilja avgerða tað á heimavølli
Hetta, saman við at Bosnia/Kosovo vóru á pappírinum millum veikastu møguligu mótstøðuliðini, ger, at Føroyar fara at standa sum favorittar í uppgerðini um HM-pláss. Man kann eisini siga greiðir favorittar eftir úrslitunum seinastu árini og umstøðunum at rokna.
![]()
Úrslitið av lutakastinum: Føroyar vóru styrkismettar, og kundu harvið ikki draga til dømis Frakland, Spania ella Slovenia. Men Serbia, Pólland og Kekkia vóru millum "marrumøguleikarnar" (Mynd: EPA)
Føroyar spæla HM-røkkstøkkdystir (play-off) móti vinnarunum í uppgerðini millum Bosnia og Kosovo í 2. umfari í HM-undankappingini.
Hesir dystirnir verða spældir í mars. Av tí at Føroyar vóru til EM-endaspælið og endaðu nummar 3 í sínum bólki, sleppur liðið undan hesum umfarinum, og tí vóru føroyingar eisini styrkismettir til dagsins lutakast: Hetta gav úrslit.
HM røkkstøkk-umfar (play-off)
13/14 mai: Bosnia & Hersegovina/Kosovo - Føroyar
16/17 mai: Føroyar - Bosnia & Hersegovina
Dystirnir mitt í mai verða púra avgerandi fyri, hvørt føroyska manslandsliðið í januar 2027 skal til sítt fyrsta HM-endaspæl ella ikki: Samanlagdi vinnarin í hesum báðum dystunum fer víðari - har er einki annað lið ella nakar annar dystur íblandaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald