Framgongdin hjá føroyska A-landsliðnum við monnum hevur verið týðlig, síðani Eyðun Klakstein og toymi tóku við í oktober 2024.
Fyrst varð tað fyribils. Men eftir 1-0 sigur í Armenia, sum tryggjaðu Føroyum plássið í Deild C í Nations League, og síðani tepran ósigur í Norðurmakedónia tyktiskt verða latið upp fyri møguleikan, at samansetingin fór at halda fram.
Á valentinsmessu í ár vórðu tvey-ára sáttmálarnir hjá Eyðuni Klakstein og Atla Gregersen kunngjørdur, og hóast tvey tung tap seint í fyrstu undankappingardystunum á útivølli í mars hevur talan verið um um eitt sterkt kærleikssamband millum landsliðið og fólkið í ár.
![]()
![]()
![]()
![]()
Stórar løtur á Tórsvølli í oktober (Myndir: Sverri Egholm)
Ein ávis trúgv á tingini tykist vera aftur. Nógvir spælarar hava skinið, og eindin sær sterk út. Føroyar eru í minsta lagi væl við í øllum sínum dystum og hava vunnið fimm av sínum seinastu sjey dystum. Hetta tíðarskeiðið hevur tað bert verið Kroatia, sum hevur koppað føroyingum, og tað var ikki uttan baks.
Við púra uppibornum 1-0 sigri fyri viku síðani í ársins seinasta dysti - venjingardysti móti Kasakstan - hava Føroyar vunnið fimm altjóða skrásettar dystir í einum og sama kalendaraári á fyrsta sinni. Hetta í tíggju dystum.
A-landsdystir í 2025
HM-undankapping
Mars:
Kekkia - Føroyar 2-1
Montenegro - Føroyar 1-0
Juni:
(Venjingardystur: Georgia - Føroyar 1-0)
Føroyar - Gibraltar 2-1
September:
Føroyar - Kroatia 0-1
Gibraltar - Føroyar 0-1
Oktober:
Føroyar - Montenegro 4-0
Føroyar - Kekkia 2-1
November:
Kroatia - Føroyar 3-1
Venjingardystur: Føroyar - Kasakstan 1-0
Serliga sigrarnar á Montenegro og Kekkia í oktober standa sum nýggir varðar í føroyskari fótbóltssøgu. Liðið setti eisini stigamet fyri eina undankapping: Tólv stig í átta dystum - í 2020 vunnu Føroyar sín Nations League-bólk (Deild D) við tólv stigum í seks dystum.
Harafturat setti manslandsliðið í 2025 øll jaligu málmetini fyri eina kapping, og nú hetta landsliðsárið er farið afturum má hugsast, at Eyðun Klakstein fær bjóða at longt sín sáttmála skjótt - saman við toyminum.
Tað gongur tó long tíð til næsta kappingardyst. Føroyar spæla venjingardystir í mars og juni 2026, og í september næsta ár byrjar Nations League. Seks kappingardystir eru á skránni næsta heyst, og veður lutakastið um bólkabýtið tíðliga í 2026.
--
Landsliðsvenjararnir taka saman um:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald