Seinasta umfarið í DM seriuni í draft triathlon var hildið farna vikuskiftið. DM serian fevnir um fimm umfør, har fyrsta umfar var í mai og seinasta umfar var leygardagin 9. september.
Draft-triathlon er eyðkent við, at teinarnir eru styttri enn vanligt triathlon, og so hava luttakararnir loyvi til – í súkklingini – at livvja í lívt aftan fyri ein annan.
Ársins seinasta umfar var í Aarhus í leygardagin. 20 luttakarar stóðu klárir á strondini í Tangkrogen, tá startskotið ljóðaði, teirra millum fuglfirðingarnir Bergtór Tórsteinsson og Magni Jóhansson Hansen, sum fyrr í summar báðir umboðaðu Føroyar í triathlon á oyggjaleikunum á Guernsey.
Svimjingin fór fram á sjónum. Tað var eitt nakað av aldu, og gjørdi tað svimjingina eitt sindur avbjóðandi. Eftir at hava svomið 350 metrar á sjónum, skuldu luttakarnir súkkla tveir umgangir á 5 kilometrar. Tað vóru nógv sving á rutuni, og hóast kappingin var í Danmark, so var eisini onkur brekka. At enda skuldu luttakarnir renna 2,5 kilometrar á einari gøtu við skiftandi undirlagi, grús og asfalt.
Styrkin hjá Bergtóri er svimjingin, og hann kom upp úr aldunum á einum fjórða plássi, meðan Magni var nøkur pláss longur afturi. Í skiftiøkinum vann Magni eitt sindur av tíð, við sera skjótum skiftum, og vann sær nøkur pláss fram.
Tá teir fóru at súkkla, var Bergtór á fimta plássi og Magni hevði vunnið seg fram á sjeynda pláss. Teir báðir og ein dani arbeiddu væl saman á súkkluni, júst sum ein eigur í draft. Saman hálaðu teir spakuliga inn á kappingarneytarnar, sum vóru frammanfyri.
Bergtór hevði ein lítlan skaðai lærinum frammanundan, sum í kappingini fór at arga, og sakk spakuliga afturúr teir seinastu tveir kilometrarnar á súkkluni.
Tá súkklingin var liðug og renningin byrjaði, hevði Magni tikið seg fram á fimta plássið. Hann helt á, og vann seg skjótt fram í renningini. Við einari miðalferð á 3,39 min/km rann hann seg fram á triðja plássið. Kappingin um triðja plássið var tó hørð, og Magni mátti lata skarvin yvir í endaspurtinum, og kom á mál í einum góðum fjórða plássi.
Lærið hjá Bergtóri argaði eisini, tá hann fór at renna, men treiskur sum hann er, kom hann á mál á einum flottum 10. plássi.
Samlað gjørdust føroysku triathletarnir nummar tvey og fimm í donsku DM seriuni í draft triathlon.
Meira her: Sersambandið fyri súkkling og triathlon
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald