
Tað vóru ikki bara føroysk feløg og ein føroyskur útseti, sum høvdu Conference League-uppgávu hóskvøldið.
Sí eisini: Gunnar og Víkingur Reykjavík við góðar evropeiskari byrjan
Sí eisini: Fantastiskt føroyskt kvøld í Conference League
Ein føroysk dómarakvartett var í Norðurlandi. Teir fýra høvdu uppgávuna av fyrra dystinum millum Larne og FK Auda. Útiliðið er úr Lettlandi, og í fjør vann liðið úr Riga seg víðari í júst sama umfari móti B36. Auda vann samanlagt 3-0.
FK Auda var omaná móti B36 í 2024 (Mynd: Sverri Egholm)
Í gjár kom einki mál í býnum Ballymena: Heini Ziskason Viðoy noyddist ongantíð at peika ímóti miðjuni.
Talan var tó um ein inntensan málleysan dyst, har ymiskar støður vóru, og føroyski altjóða dómarin gav sjey gul kort. Í onkrari støðu vildu teir á heimaliðnum vildu hava reytt kort, men Heini helt seg til ostaflísuna.
Eygleiðarin var úr Belgia, og hevur Joeri Van De Velde royndir úr millum annað Champions League.
Tað vóru Dan Højgaard og Jørleif Djurhuus, sum vóru hjálpardómarar (linjuverjar), og Alex Troleis var fjórði dómari.
Føroysku dómararnir í skiftingarrúminum í Norðurírlandi
Altjóða føroysku dómararnir fáa helst aðrar uppgávur seinni í summar. Jóhan Hendrik Ellefsen er eisini altjóða dómari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald