Hondbóltur

Føroysk steypafinala í Íslandi: - Hetta er stórt

Gunnar Vatnahamar úr Víkingi og Pætur Petersen úr KA gleða seg at spæla um steypið í kvøld. Fyrsta bríksl í Laugardalinum verður klokkan 17.

Gunnar Vatnhamar og Pætur Petersen stríðast her um bóltin í Betrideildini fyir ávíkavist Víking og HB - í dag skulu teir stríðast um steyp í Reykjavík (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Gunnar Vatnhamar og Pætur Petersen stríðast her um bóltin í Betrideildini fyir ávíkavist Víking og HB - í dag skulu teir stríðast um steyp í Reykjavík (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-09-16 11:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan 17 fer ársins steypafinala í Íslandi av bakkastokki. Tríggir føroyskir spælarar vera allarhelst at síggja í henni, og spenningur er í luftuni.

- Hype’ið hevur verið øgiligt (awesome) her í Íslandi. Haldi man hevur hoyrt tað til seinastu dystirnar hjá okkum, at áskoðarnir hava verið villari enn vanligt.

Hetta sigur Gunnar Vatnhamar úr Víkingi Reykjavík við Portalin. Hann hevur spælt í Íslandi í 2023, og tað hevur Pætur Petersen eisini. Skálvíkingurin vil nú vera til til at skriva søgu. 

- Tað er stórt fyri fólk úr Akureyri at sleppa at síggja KA í finaluni fyri fyrstu ferð í eini 20 ár. KA hevur jú ongantíð vunnið steypafinaluna, so vit hava møguleika at skriva søgu, staðfestir Pætur.

Pætur og Jóan Símun Edmundsson skulu royna at basa Gunnari og favorittunum úr høvuðsstaðnum. Víkingur fer at gerast íslendskur meistari - tað er bert spurningur um tíð - og alt hetta er stórt fyri Gunnar Vatnhamar.

- Tvey steyp er altíð stuttligt at vinna, so sjálvandi droyma vit um greipuna. Tað er eitt kempi upplivilsi persónliga, men fyri felagi so vísir tað eisini, hvar Víkingur Reykjavík eigur at vera, og hvat tað er: Eitt vinnara felag.

[object Object]
Gunnar Vatnhamar gjørdist steypavinnari við Víkingi í fjør - høvdið kemur undan ovast í vinstra hornið. Hann kann tryggja sær tvey gull heiðursmerki í Íslandi hendan mánaðan (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Jóan Símun Edmundsson og Gunnar Vatnhamar í samtalu í samband við landsliðsvenjing fyrr í ár. Í dag verða teir mótsstøðumenn (Mynd: Sverri Egholm)

28-ára gamli leirvíkingurin hevur verið við til at vunnið Løgmanssteypið tríggjar ferðir og FM tvær ferðir. Nú er tað íslendskur heiður tað snýr seg um - móti tveimum landsliðsliðfeløgum og við góðum stuðli:

- Tað er altíð stuttligt at spæla ímóti øðrum føroyingum. Men man hevur fyrireika seg akkurát líka sum ein vanligan dyst. Eitt gleðiligt er, at nógv fólk úr Føroyum - bæði familju og kenningar - eru komin til Íslands at stuðla. Tað ger tað bara eyka stuttligt.

Í gjárkvøldið spurdu vit eisini Pætur Petersen, hvønn dyst hann væntar, og hvussu tað verður at spæla móti Gunnari og liðfeløgunum:

- Veðrið verður ikki av tí besta, so vit vænta ein fysiskan dyst. Teir eru stórir favorittar, men tað leggja vit ikki í. Ein finala er ein finala, og har kann alt henda. Vit ætla sjálvandi at vinna á Gunnari og Víkingi, sigur Pætur at enda.

Les eisini: Føroyingafinala í Íslandi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder