Tað eydnaðist ikki norsku kvinnunum at endurvinna heimsmeistaraheitið. Finalan var í kvøld millum Frakland og Noreg.
Noreg vann á júst Fraklandi fyri tviemum árum síðan, men í ár vóru tað fronsku kvinnurnar sum vóru omaná eftir 60 minuttir.
Serliga fyrri hálvleikur var á høgum stigi og málríkur. Hálvleiksstøðan var 20-17 til Frakland. Leikferðin fall eitt sindur í seinna hálvleiki, men spenningurin hvarv ongantíð.
Tá alt skuldi avgerast bjóðaðu norsku spælararnir seg ikki til, og gjørdu ov nógvar tekniskar villur. Frakland vann við trimum málum 31-28.
Frakland hevur vunnið allar dystirnar í hesum HM-endaspælinum.
Fyrr í dag vann Danmark bronsudystin móti Svøríki.
Frakland - Noreg 31-28 (20-17)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald