Hondbóltur

Frakland og Spania eru víðari til fjórðingsfinalurnar

Skulu dystast um um fyrsta plássið í bólkinum sunnukvøldið. Í bólki II er stórur spenningur eftir sigrarnir hjá Ungarn og Portugal í dag..

Slovenia spældi væl og hekk leingi í spaniólum, men munurin var fimm mál, tá samanumkom (Mynd: EPA)

Slovenia spældi væl og hekk leingi í spaniólum, men munurin var fimm mál, tá samanumkom (Mynd: EPA)

2023-01-20 19:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað byrjar av álvara at gerast spennandi í mun til, hvør kemur í HM- fjórðingsfinalurnar, og hvør vinnur ymisku bólkarnar.

Í bólki I er ikki longur spenningur um, hvørji lið fara víðari. Tað verða favorittarnir Frakland og Spania, ið eisini høvdu fýra stig við sær í høvuðsumfarið, sum koma víðari úr bólkinum. Bæði vunnu mikudagin, og bæði vunnu í dag. Spania vann lykladystin á Slovenia, ið annars spældi frálíka væl í ein hálvan tíma og var á odda í løtum. Slovenar kundu veruliga skapa spenning í bólkinum við einum sigri, men gjørdu ov nógv mistøk seinastu tjúgu minuttir.

Frakland var langt frá at verða í hæsta gervi móti Iran, men spældi við hægri góðsku í seinna hálvleiki og vann við tólv málum. Sunnukvøldið klokkan 19.30 spæla fraklendingar móti Spania um fyrsta plássið í bólkinum.

Í bólki II er hinvegin stórur spenningur. Svøríki og Ísland eru komin á vøllin í Skandinavium í Göteborg, har tað er fullsett - næstan 12.000. Svøríki hevur vunnið allar dystirnar í endaspælinum og kann vinna seg í fjórðingsfinaluna við einum sigri, meðan Ísland allarhelst skal hava stig fyri at hava møguleika at koma víðari. 

Portugal og Ungarn vunnu í dag á ávíkavist Grønhøvdaoyggjunum og Brasil, og tað er harvið ógvuliga tætt í bólkinum. Úrslitið í kvøld fær helst stóra ávirkan á síðsta umfarið, ið er sunnudagin.

Høvuðsumfarið

Bólkur I
1. Spania 8 stig
2. Frakland 8 stig
3. Slovenia 4 stig
4. Montenegro 2 stig *
5. Pólland 0 stig *
6. Iran 0 stig

Í dag - fríggjadagin 20.01
14.30: Slovenia - Spania 26-31 (15-15)
17.00: Iran - Frakland 29-41 (14-18)
19.30: Montenegro - Pólland 

*Ein dyst færri

Bólkur II

1. Svøríki 6 stig *
2. Portugal 5 stig
3. Ungarn 4 stig
4. Ísland 4 stig *
5. Brasil 3 stig
6. Grønhøvdaoyggjarnar 0 stig

Dystirnir í dag - fríggjadagin 20.01
14.30: Grønhøvdaoyggjarnar - Portugal 23-35 (14-14)
17.00: Brasil - Ungarn 25-28 (14-14)
19.30: Ísland - Svøríki

* Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder