Hondbóltur

Fremstu donsku deildirnar: Jóhan vann á Teis

Vongurin skoraði sjey mál, og strikuspælarin trý mál. Í Kvindeligaen vann liðið hjá Rakuli Wardum á Súnu Hansen og teimum, meðan hjá Mittún-systkunum í fremstu deildunum gekk tað betri hjá systruni, sum hevði stóran leiklut í stórsigri.

Jóhan á Plógv og SAH hava fingið góða byrjan, og er royndi vongurin spælarin við triðflest málum higartil í deildini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jóhan á Plógv og SAH hava fingið góða byrjan, og er royndi vongurin spælarin við triðflest málum higartil í deildini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-09-28 23:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fleiri føroyingar hava verið í gongd í fremstu donsku hondbóltsdeildunum um vikuskiftið.

Sum vit skrivaðu fríggjamorgunin, so vunnu Martia Mortensen og HØJ ein søguligan sigur hóskvøldið, har bakspælarin úr Hoyvík sanniliga átti sín leiklut.

HØJ er eftir fýra umfør omanfyri liðini hjá Mariu Pálsdóttir Nólsoy og Súnu Krossteig Hansen, sum eingin stig hava enn. Súna og Skanderborg taptu í dag tættan dyst móti Ringkøbing og Rakul Wardum. Súna Krossteig Hansen skoraði trý mál og legði upp til eitt mál, meðan Rakul bert var inni til eitt brotskast í triðja sigrinum á rað hjá Ringkøbing.

Í Viborg í gjár hevði Jana Mittún stóran leiklut í stórsigrinum hjá Viborg á Ringkøbing. Jana skoraði fýra mál uppá sjey skot og hevði heili átta upplegg. Harav seinastu ella næstseinast hond á tólv málum, og nummar 77 vann eisini brotskøst og annað. Jana Mittún hevur fingið góða byrjan í uppaftur størri leikluti enn í fjør.

[object Object]Rakul Wardum og Jana Mittún kundu fegnast um sigrar - tó at landsliðsmálverjin sjálvandi man ynskja fleiri minuttir, enn hon fekk í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Óli Mittún hevði ikki ein eins góðan dag í gjár, sum systurin. 20-ára gamli spælskiparin og liðfelagarnir komu als ikki upp í sama gir, sum í Norðurmakedónia mikukvøldið, tá teir hesaferð vitjaði Fredericia. Heimaliðið vann við seks málum við millum annað góðum verju- og málverjuspæli. Óli Mittún skoraði uppá trý av sínum seks skotum og legði upp til fýra onnur mál, umframt at hann vann brotskøst.

Sí eisini: Fyrsti Champions League-sigurin hjá Óla Mittún

Teis Horn Rasmussen skoraði uppá øll trý skot fyri Ribe/Esbjerg, men tað var ikki nóg mikið hjá føroyska spælskiparanum og liðfeløgunum í 5. umfari í Herreligaen. Til tess vóru Jóhan á Plógv Hansen og Skanderborg AGF ov sterkir: Tað endaði 30-34 í Esbjerg. Høgri vongurin úr Havn skoraði næstflest mál hjá SAH - sjey í tali. Hetta var uppá níggju skot. Jóhan á Plógv og SAH hava fingið góða byrjan, og er royndi vongurin spælarin við triðflest málum higartil í deildini.

Sí stigatalvuna her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder