Hondbóltur

Fyri fyrstu ferð í tíggju ár

Frakland fer eftir sínum fjórða EM-gulli, meðan trýfaldu heimsmeistararnir úr Danmark skulu royna at byggja á gongdina við triðja EM-gullinum í søguni. Finalan í Köln byrjar klokkan 16.45.

Frakland og Danmark hittust í HM-finaluni í fjør. Tá vóru danir omaná (Mynd: EPA)

Frakland og Danmark hittust í HM-finaluni í fjør. Tá vóru danir omaná (Mynd: EPA)

2024-01-28 11:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tey hava spælt tveir EM-bronsudystir móti hvørjum øðrum seinastu seks árini, men stóru hondbóltstjóðirnar hava ikki verið í nakrari EM-finalu, síðani londini bæði hittust í Herning í 2014.

Hendan sunnudagin fyri tíggju árum síðani vóru fraklendingar greitt omaná. Eins og í HM-finaluni í Spania árið fyri, byrjaði Danmark ógvuliga illa og kom ongantíð veruliga fyri seg. Talan var um triðja EM-gullið hjá Fraklandi, sum við sigri í Köln í dag veruliga kann nærkast Svøríki samanlagt. Sviar hava vunnið EM fimm ferðir.

Tað var júst Svøríki, ið Frakland basti í dramatisku hálvfinaluni fríggjakvøldið. Sviar høvdu vent øllum á høvdið, men so skoraði Elohim Prandi eitt ótrúligt fríkast við síðsta kastinum í vanligu leiktíðini. Tað var tó eisini ólógligt, tí Prandi flutti báðar føturnar, Dómararnir sóu tað ikki og fóru ei heldur út at hyggja eftir video. Hetta hevur sjálvsagt skapt ónøgd, og EHF hevur partvíst viðurkent mistakið. Frakland var nógv betri í longdu leiktíðini.

[object Object]
Hvussu fær man bóltin framvið hesum múrinum? (Mynd: EPA)

Sí eisini: Frakland fekk finalupláss eftir longda leiktíð
Sí hæddarpunkt og nógv umrødda málið HER

Síðani 2014 hevur Danmark vunnið OL-gull, eins og Frakland, og síðani Nikolaj Jacobsen tók við í 2017, hevur Danmark vunnið øll trý heimameistaraheitini, sum hava verið. 

Nú snýr tað seg um at fáa fatur á einum evropameistaraheiti eisini. Danmark hevur vunnið EM tvær ferðir á manssíðuni (2012 og 2008). Nú ynsja teir royndu meira og "teir nýggju og frísku" vilja byggja uppá. Danmark hevur vunnið allar dystirnar av týdningini í hesum endaspæli, og Frakland hevur ikki tapt ein dyst. 

Sí eisini: Danmark fer nú eftir EM-gullinum eisini

[object Object]
Rasmus Lauge kom á vøllin í 2. hálvleiki í finaluni í fjør og gjørdist stóri munurin (Mynd: EPA)

Liðini hittust í HM-finaluni í fjør, tá Lauge og Danmark gjørdu bart, og í OL-finaluni í 2021 har fraklendingar vóru betri. Enn eitt kapittul í søguni millum hesi bæði hondbóltsstórveldini verður skrivað í dag frá klokkan 16.45, og lagt er upp til eitt brak við dønum í leiklutinum sum lítlir favorittar.

Undan finaluni er bronsudystur á skránni. Har skulu týsku vertirnir og sviar eisini stríðast um beinleiðis OL-pláss.

EM 2024 - seinasti dagurin:
Sunnudagin 28.01 í Lanxess Arena (Köln)
Bronsudysturin: (14.00) Týskland - Svøríki (Hetta er eisini beinleiðis dystur um beinleiðis atgongumerki til OL í summar)

Finalan: (16.45) Danmark - Frakland 

Dystirnir síggjast millum annað á danska TV2 og TV2 Play

[object Object]
Jóhan á Plógv Hansen í HM-finaluni í fjør. Havnarmaðurin er trýfaldur heimsmeistari. Hann hevur havt lítlan leiklut í hesum EM-endaspælinum - millum annað tí Danmark brúkar høgra vongin heilt øðrvísi enn onnur lond - og ivasamt er, um føroyingurin fær nakran leiklut í finaluni (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder