Fótbóltur

Fyrsta veruliga brakið í endaspælinum

Týskland og Frakland hittast í München í kvøld í seinasta dystinum í fyrsta umfari í bólkaspælinum.

Thomas Müller og týski venjarin Joachim Löw (Mynd: EPA)

Thomas Müller og týski venjarin Joachim Löw (Mynd: EPA)

2021-06-15 17:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgin spæla seks lið sín dyst nummar tvey í EM-endaspælinum - í kvøld spæla fýra lið sín fyrsta dyst. Í løtuni spæla Portugal og Ungarn á Puskas Arena í Budapest, og evropameistararnir eru stórfavorittar har. Tann stóri dysturin í kvøld verður tó í München.

Les eisini: Portugal byrjar verjuna av heitinum í kvøld

Heimsmeistararnir vitja Týskland, ið hevði eitt ógvuliga vánaligt HM í 2018, og sum tapti fyri júst Fraklandi í EM-hálvfinaluni í 2016. Hetta er seinasta endaspælið hjá Joachim Löw, ið hevur verið høvuðsvenjari í næstan fimtan ár og verið knýttur at toyminum longri enn tað. Eftir endaspælið tekur Hansi Flick yvir. Eitt slag av ættarliðskifti hevur verið á týska liðnum, men Löw hevur tikið Mats Hummels og Thomas Müller við aftur.

[object Object]Fronsku Karim Benzema og Marcus Thuram (Mynd: EPA)

Didier Deschamps skal royna at leiða lið sítt til enn eitt gull. Og tað er eitt klassa lið, ið fyrrverandi liðformaðurin hevur at ráða yvir. Góðskuleikarar eru á øllum plássum, vera á bonkinum og nógvir heilt góðir leikarar eru slett ikki við. Frakland er hjá flestu veddingarfyritøkunum, og hjá heilt nógvum viðmerkjarum, størsti favoritturin at vinna kappingina.


[object Object]Allianz Arena í München (Mynd: EPA)

Lagt er upp til ein ógvuliga spennandi dyst á Allianz Arena. Hann kann verða merktur av, at bæði liðini helst føla, at tey kunnu væl liva við javnleiki, nú tá flestu trý'arnir koma víðari.

Bólkur F
Týsdagin 15.06 

17.00 - Puskas Arena, Budapest - Ungarn - Portugal
20.00 - Allianz Arena, München - Týskland - Frakland


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder