Fótbóltur

Fyrstu tøkini verða tikin um eina løtu

HB tekur ímóti NSÍ, og B36 og Víkingur bresta saman í fyrru hálvfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið. Til ber at síggja dystirnar, sum byrja klokkan 15, hjá Televarpinum og at fylgja gongdini á forsíðu okkara.

B36 og Víkingur skulu stríðast um betra útgangspunktini til seinna dystin, tá tey hittast í Sarpugerði (Mynd: Sverri Egholm)

B36 og Víkingur skulu stríðast um betra útgangspunktini til seinna dystin, tá tey hittast í Sarpugerði (Mynd: Sverri Egholm)

2021-11-21 13:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og í 2020 skulu B36 og Víkingur stríðast um annað finaluplássið í kappingini um Løgmanssteypið og HB og NSÍ um hitt. Í mun til í fjør verður tó talan um ein heimadyst og ein útidyst hjá hvørjum liðið og ikki ein dyst á uttanveltaðum vølli, men tvær hálvfinalur - eina heima og eina úti - eins og vanligt hevur verið í Føroyum síðani síðst í 1970'unum.

[object Object]B36 og Víkingur við Løkin, har Víkingur vann 2-1

[object Object]
Og NSÍ og HB við Djúpumýru - soleiðis sá út seint í november í fjør, tá liðini spældu eina hálvfinalu á uttanveltaðum vølli (Myndir: Sverri Egholm)

Tey hava spælt tríggjar dystir í Betrideildini, har ein dystur er endaður við javnleiki - á Tórsvølli í apríl - og har liðini annars hava vunnið hvør sín á heimavølli. Um tað verður sigur til B36, sigur til Víking ella javnleikur í dag kann fáa stóran týdning fyri, hvat lið fer í steypafinaluna.

B36 vann seinast steypakappingina í 2018 - fyri sættu ferð. Liðið skal vinna steypakappingina í ár fyri at vinna sær evropeiskt pláss næsta ár. Í dag er liðið millum annað uttan Uros Stojanov, ið hevur loyvi at spæla við, tí hann hevur umboðað ÍF fyrr í steypakappingini. Víkingur hevur verið í átta steypafinalum síðani stovnanina. Fimm tær fyrstu endaðu við sigri til liðið úr Eysturkommunu, men liðið hevur tapt tríggjar tær seinastu - í 2019 og 2020 móti HB.

Les eisini: 
Flyta hálvfinaluna í Sarpugerði vegna høgætt
Vilja hava steypið aftur í Sarpugerð
Bill vil gera arbeiðið ordiliga liðugt

HB hevur verið greitt omaná í teimum báðum heimadystunum móti NSÍ í ár - 5-2 (1. umfar) og 4-0 (12. september) Nú hittast liðini aftur á Tórsvølli. Í hálvfinaluni í Klaksvík fjør vann greitt mest vinnandi felagið í føroysku steypakappingini 3-1. NSÍ sló KÍ út á vegnum til hálvfinaluna við at vinna í Klaksvík og vann 2-0 á B36 á seinasta leikdegi í Betrideildini og liggur harvið í løtuni til at koma út í Evropa áttanda árið á rað. Hjá HB er ein stórur munur í dag, í mun til í Betrideildini, at Mikkel Dahl ikki er við. Semja varð ikki funnin um at leingja sáttmálan við greiða toppskjúttan í deildini í ár, ið gekk út 31. oktober.

Til ber at síggja dystirnar, ið báðir byrja klokkan 15, hjá Televarpinum fyri eitt gjald. Vit fylgja gongdini á forsíðu okkara. FM1 sigur frá.

Fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið
Sunnudagin 21.11

Tórshavn
15:00
Norðragøta
15:00

(Yvirlit og hagtøl: FaroeSoccer)

placeholder
placeholder