Fótbóltur

- Gera helst tríggjar ella fýra broytingar í byrjunaruppstillingini

Sonni Ragnar Nattestad og Jákup Biskopstø Andreasen eru farnir úr hópinum, meðan Heðin Hansen er komin inn. Gunnar Vatnhamar er ivasmur til dystin móti Liktinstein í morgin.

Håkan Ericson við taktiktalvuna til venjing í dag. Sviin og Eli Hentze hava eina ætlan um at skifta eitt sindur út til í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

Håkan Ericson við taktiktalvuna til venjing í dag. Sviin og Eli Hentze hava eina ætlan um at skifta eitt sindur út til í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

2021-06-06 14:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á middegi hevði føroyska A-landsliðið hjá monnum tíðindafund í nýggju hølunum á vestaru síðu á Tórsvølli, í samband við at venjingardystur verður leiktur móti Liktinstein í morgin.

Håkan Ericson legði út við at siga, at hann var sera væl nøgdur við avrikið móti Íslandi, har liðið á nógvum økjum var omaná og náddi teimum málum, ið liðið hevði sett sær; millum annað við at ikki loyva íslendingum til nógv innlegg, ið er teirra styrki í álopsspælinum, og so at vinna fyrstu nærdystirnar tá innleggini komu.

Svenski landsliðsvenjarin hjá Føroyum segði eisini, at liðið hevði ov fá skot uppá mál, í mun til yvirvág í spælinum, og skal gerast eitt sindur meira vandamikið.

[object Object]

[object Object]
Håkan Ericson segði, at Føroyar í morgin skuldu handfara at vera í favorittleiklutinum (Myndir: Sverri Egholm)

Vit spurdu Håkan Ericson, um hann kundi siga nakað um, hvussu nógvar broytingar hann hevur í hyggju til dystin í morgin:

- Sum tað sær út nú, so gera vit tríggjar til fýra broytingar í byrjanaruppstillingini. Vit testa endaliga onkrar leikarar í dag, sum eru ivasamir. Eg haldi, at tað er gott at gera nakrar broytingar, nú tá tað eru venjingardystir, so at fleiri leikarar fáa roynt seg

[object Object]
Jákup B. Andreasen gjørdi vart við seg í dystinum móti Íslandi (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]
Tróndur Jensen hevur sitið á bonkinum allar 90 minuttir seinastu landsdystirnar. hann fekk sín fyrsta A-landsdyst móti Liktinstein fyri fimm árum síðani, og hann verður allarhelst at síggja á vøllinum í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Heðin Hansen er nýggjur í hópinum - Heini Vatnsdal og Odmar Færø úr KÍ  mannaðu miðverjina fríggjakvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er í øllum førum neyðugt at fáa ein nýggjan mann inn á verjukenda miðvøllin – 6'ara plássið. Jákup Biskopstø Andreasen, ið spældi væl móti Íslandi, er bundin av próvtøku í samband við maskinmeistaraútbúgvingina, og fór úr hópinum fríggjakvøldið. Tað er upplagt, at Tróndur Jensen fær møguleikan her, og at Heðin Hansen, sum er komin inn í hópin í vikuskiftinum, eisini fær minuttir á plássinum. Tað var í øllum førum upprunaliga ætlanin hjá venjaratoyminum at síggja Heðin á hesum plássinum.

Sí eisini: 
Landsliðið ein góð blanding av bygda-og havnarmonnum
Myndir: Vandu fram ímóti uppgerðini móti Liktinstein

Sonni Ragnar Nattestad er farin aftur til Írlands. Miðverjin er darvaður av tjúkkanum, og valt varð ikki at tikið nakrar møguleikar nú talan er um venjingardystir. Eisini eru koronareglurnar í Írlandi strangar, og Sonni Ragnar noyðist at vera í sóttarhaldi eina tíð, áðrenn Dundalk kann nýta hann.

Eins og til dystin fríggjakvøldið, er óvissa um ein annan miðverja, Gunnar Vatnhamar. Leirvíkingurin hevur spælt nógv undir Håkani, men hann hevur ikki vant við fullari ferð seinastu dagarnar. Í dag varð hann testaður av fysioterapeutinum, Rickard Dahan, á ymsan hátt. 

[object Object]
Rickard Dahan og Gunnar Vatnhamar vóru nógv saman undir venjingini (Mynd: Sverri Egholm)

Um Gunnar ikki spælir, so er helst heilt góður møguleiki fyri, at hildið veðrur fast um Odmar Færø og Heina Vatnsdal í miðverjuni. Ein annar KÍ-leikari, Jóannes Kalsø Danielsen, verður í bakketuni. Håkan Ericson váttaði fyri FM1, at maðurin ið fekk størsta fiskin, tá landsliðið var á floti í Vestmannasundi í gjár, byrjar inni í morgin.

Føroyar og Liktinstein spæla í annaðkvøld klokkan 19.45.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder