Føroyar fingu eina flúgvandi byrjan á stóru talvolympiaduni í indiska stórbýnum Chennai í gjár. Vit vunnu 4-0 á San Marino.
Sigurin var væntandi, tí Føroyar eru styrkismettar munandi hægri enn San Marino, men sjáldan eydnast í einum OL-dysti at vinna á øllum fýra borðunum. Helgi og Rógvi vunnu leikandi lætt við hvíta fólkinum, meðan Høgni og John, sum høvdu svarta fólkið, høvdu størri stríð enn hinir av sínum mótstøðumonnum.
Høgni kom ikki á lagið beinanvegin, men tá ið hann loksins fann røttu leikætlanina í støðuni, var hann neyvur. Á fjórða borði var leingi líkt til, at talvið fór at enda javnt, men eftir at hava vart seg í drúgvum endatalvi, snavaði Berardi, og tá var John eirindarleysur.
1. umfar (29. juli)
Krútsterk mótstøða
Í øðrum umfari í dag fáa føroyingar heilt aðra mótstøðu enn í gjár. Mótstøðuliðið er Usbekistan, sum er styrkismett nummar 14 av teimum 188 liðunum í almennu kappingini. Allir á liðnum eru stórmeistarar; miðalstyrkitalið er 2625. Styrkitalið hjá okkara stórmeistara, Helga Dam Ziska, er 2549.
Helgi telvar á 1. borði móti Abdusattorov Nodirbek, sum er heimsmeistari í kviktalvi. Usbekistan var partur av fyrrverandi Sovjetsamveldinum, sum hevði so ríka talvsiðvenju. Har búgva um 35 milliónir fólk.
Tað stuttliga er, at venjari hjá talvlandsliðnum úr Usbekistan, er Ivan Sokolov, sum hevur verið nógv í Føroyum. Hann var føddur í Bosnia-Herzegovina í táverandi Jugoslavia í 1968, og var jugoslaviskur meistari longu 20 ára gamal. Í 1994 vann hann silvur á talv-OL við Bosnia-Herzegovina. Hann búsettist seinni í Hollandi, og vann m.a. EM-gull við Hollandi í 2005. Hann kom saman við landsmanninum Predrag Nikolic til Føroyar í 1992, tá borgarakríggj var brostið á suðuri á Balkan. Táverandi umboðsmaðurin í Talvsambandi Føroya, Jákup Mikkelsen, fekk hesa forvitnisligu avtalu í lag á talvolympiaduni á Manilla í 1992. Sokolov og Nikolic, sum taldust millum fremstu tjúgu telvarar í heiminum tá, steðgaðu í Føroyum alt summarið 1992, og vitjaði tíðum aftur í Føroyum árini eftir tað.
2. umfar (30. juli)
Talvfepur í India
Rættur talvfepur valdar í India, nú landið á fyrsta sinni hýsir olympisku talvleikunum. Setanin ólavsøkuaftan var stórfingin. Forsetin Modi var hjástaddur. Áhugin fyri talvi er ovurhonds stórur í India. At Vishy Anand í 2000 gjørdist heimsmeistari, festi í eina rætta talvveking í India, sum nú telist millum allarfremstu talvtjóðir í heiminum.
Áhugin er serliga stórur í Tamil Nadu-landslutinum og har um vegir. Chennai - fyrr Madras - er høvuðsbýur í hesum landsluti. Anand er føddur her. Og higani eru 26 av teimum 73 stórmeistarunum, sum eru úr India. Tað er tí ikki at undrast á, at herrópið nú ljómar samfelt í Chennai: talv er komið heim!
Russland og Kina ikki við
Tvær av mætastu talvtjóðunum í heiminum, Russland og Kina, eru ikki við í India.
Altjóða talvsambandið, FIDE, hevur útihýst Russlandi vegna kríggið í Ukraina. Kina, sum vann á seinastu talvolympiaduni í 2018, er heldur ikki við. Eingin almenn grundgeving er komin, so gitt verður, at tað er í samhuga við Russlandi.
Á seinastu talvolympiaduni í Batumi í Georgia, vann Kina, USA var nummar tvey og Russland nummar trý. Á almenna FIDE-yvirlitinum er USA nú fremsta talvtjóðin, Russland nummar tvey og Kina nummar trý. USA er tí stórfavorittur at vinna í Chennai. India er styrkismett nummar tvey.
Tað merkisverda er, at Norra er styrkismett nummar trý. Á 1. borði situr heimsmeistarin Magnus Carlsen, men í kjalarvørrinum á Carlsen-feprinum er nú eitt nýtt ættarlið av sterkum norskum telvarum vaksið fram.
Dystirnir í øðrum umfari byrjaðu í morgun klokkan 10:30. Til ber at fylgja við leik fyri leik á øllum borðum - m.a. á talvheimasíðuni chess24.com.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald