Um vikuskiftið skulu hoyvíkskvinnurnar aftur dystast í European Cup. H71 kvinnurnar spældu seg víðari til triðju rundu av European Cup eftir tveimum sannførandi sigrum móti SC Ferlach úr Eysturríki við sigrum á samanlagt 59 – 43.
Hesaferð verður mótstøðuliðið DHC Slavia Praha úr Kekkia. Kvinnurnar skulu í eldin bæði leygardagin og sunnudagin í Høllini á Hálsi. Báðir dystirnir verða leiktir klokkan 19.
DHC Slavia Praha vunnu undanfarna umfar stórsigur á Holon HC úr Ísrael samanlagt heili 71 – 36. Kekkiska felagið liggur í løtuni á einum 3. plássi í WHIL. WHIL, ið stendur fyri Women Handball International League, er hondbóltsdeildin fyri tey bestu feløgini úr bæði Kekkia og Slovakia. Kvinnurnar úr Prag vunnu WHIL í 2010 og í 2011, men síðan tá er onki steyp vunnið, bæði í WHIL ella bestu deildini í Kekkia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald