Nú er greitt, at tað verður Slavia Prag úr Kekkia, sum verður mótstøðulið hjá H71 í triðja umfari í European Cup.
Slavia Prag vann sera sannførandi á Holon HC úr Ísrael. Báðir dystirnir vóru í Kekkia, og Slavia Prag vann fyrst 41-21 og síðani 30-15, sum gav ein samanlagdan stórsigur, 71-36.
Í 2020 kom Slavia Prag í fjórðingsfinalurnar í EHF Europa Cup-kappingini, men hevur annars verið javnan við í europeisku kappingunum síðani miðskeiðis í 90-unum. Slavia Prag var í 2014 í fjórðingsfinaluna í táverandi Challenge Cup-kappingini og besta úrslitið higartil var í 2001, tá ið tað bleiv til pláss í hálvfinaluni í táverandi EHF Cup-kappingini.
Í kekkisku kappingini hevur Slavia Prag verið meistari sjey ferðir: 2009/2010, 2006/2007, 2001/2002, 2000/2001, 1999/2000, 1998/1999, 1993/1994. Tíggju ferðir hevur liðið verið næstfremst, harav fleiri ferðir tey seinnu árini.
Skulu tingast um dystirnar
Nú skal H71 so samráðast við Slavia Prag um, um báðir dystirnir verða spældir á einum stað ella ein dyst í hvørjum stað. Í undanfarna umfari spældi H71 báðar úti og Slavia Prag báðar heima, so møguliga tað eydnast at fáa báðar dystirnar hendan vegin.
Dystirnir verða leiktir fyrst í desember.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald